2016-02-08 20:52
Tíðindaskriv
IHF/EHF Womens´s Challenge Trophy 2016 í Georgia í mars.
Føroyska U19 kvinnulandsliðið er boðið at luttaka í IHF/EHF Women´s Challenge Trophy 2016, sum verður í Tbilisi í Georgia dagarnar 8. til 13. mars 2016. Kappingin er fyri gentur føddar í 1997 og seinni.
Hini londini sum luttaka eru Albania, Armenia, Belgia, Kypros, Georgia, Letland og Malta.
Nú skoðbrái er stutt hevur HSF heitt á Flemming Oliver Jensen, sum kennir genturnar væl, at standa fyri liðnum. Íalt skulu 14 leikarar við til Georgia.
Venjarin hevur tikið hesar leikararnar út til bruttohópin, sum hevur fyrireikandi venjingar seinni í februar. Endaligi hópurin verður tikin út eftir venjingarnar.
- Annika Fríðheim Petersen, GOG
- Vár Højgaard Thomsen, Kyndil
- Margit Fríðmundsdóttir Weihe, Neistin
- Gudrun Restorff Olsen, Kyndil
- Guðrið Poulsen, StÍF
- Kristina Poulsen, Stjørnan
- Jórun Bech Nielsen, Stjørnan
- Beinta Bárðardóttir, Kyndil
- Hanna Hildibjartsdóttir Hansen, Kyndil
- Siw Matras, TMS Ringsted
- Katarina Høj, GOG
- Magna Tórðardóttir, Kyndil
- Rannvá Dahl Hanusson, Neistin
- Gunnfríð Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
- Tóra Eliasen, Stjørnan
- Maria Halsdóttir Weyhe, H71
- Fríða á Dunga, Neistin
- Sonja Lava Sirdal, Kolding IF
Við hondbóltskvøðu
HONDB??LTSSAMBAND F??ROYA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald