2017-02-28 13:37
Samlaða útstykkjaða økið á Hamrabø í Kollafirði er á leið 12.000 fermetrar til støddar. Her verða 22 grundstykki, sum í meðal eru 544 fermetrar. Stykkini liggja sera væl fyri við góðum og vøkrum útsýni.
Verður áhugin sum frálíður stórur, so ber til at leingja útstykkingina út móti Kjalnesi. HMP-Consult hava verið ráðgevar og hava gjørt høvuðsprosjektið. Felagið Við Sjógv Sp/f. átti lægsta tilboð at gera økið byggibúgvið.
Byggibúningin verður liðug um á leið eitt ár og ætlanin er nú at bjóða stykkini út. Tey, ið standa á bíðilista, verða fyrst avgreidd, áðrenn stykkini verða seld í fríari sølu. Ein meiriluti í fíggjarnevndini hevur mælt til at selja stykkini fyri á leið 250 túsund hvørt.
Annika Olsen, borgarstjóri, upplýsir, at hetta er fyrsti liður í at skapa eitt fjølbroyttari bústaðamynstur. Hon fegnast um, at møguleikar nú aftur eru hjá fólki at útvega sær grundøki í Kollafirði.
Málið kemur fyri á býráðsfundinum 2. mars.
Kelda: Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald