Ítróttur

??tselt eftir sjey minuttum

...

2016-05-02 17:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Tað tók ikki langa tíð, so var útselt til dystin ímóti Portugal. Sostatt verða umleið 5.000 áskoðarar kring Tórsvøll mánadagin 10. oktober.

Tórsvøllur verður fullsettur, tá portugisar koma hendan vegin í heyst. Sostatt verða umleið 5.000 áskoðarar til dystin.

Tað tók nevniliga bara sjey minuttir at selja seinastu 1.000 atgongumerkini til HM-undankappingardystin ímóti Portugal, sum verður á Tórsvølli mánadagin 10. oktober.

Føroyska A-landsliðið hevur einaferð áður spælt ímóti Portugal. Tann 20. august í 2008 møttust Portugal og Føroyar í venjingardysti á Estadio Minicipal de Aveiro, og teir 22.000 áskoðararnir kring vøllin vóru vitni til, at heimaliðið vann 5-0, eftir 1-0 leiðslu í steðginum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder