FSF: ??ll atgongumerkini til landsdystin ímóti Grikkalandi eru seld. Sostatt verða umleið 4.800 áskoðarar á Tórsvølli leygardagin 13. juni.
Tað gekk rættuliga skjótt at selja atgongumerkini til EM-undankappingardystin ímóti Grikkalandi, sum verður á Tórsvølli leygardagin 13. juni.
Fyrstu atgongumerkini vórðu sett til sølu tann 15. mai, og nú tvær vikur seinni er útselt. Sostatt verða umleið 4.800 áskoðarar kring Tórsvøll fyri at stuðla okkara monnum, tá teir fara at dystast við grikkar.
- Góðu úrslitini hjá landsliðnum eru uttan iva eisini ein av orsøkin til, at áhugin fyri liðnum sjáldan hevur verið størri, og tað fegnast vit um, sigur Virgar Hvidbro.
Landsdysturin millum Føroyar og Grikkaland verður bríkslaður í gongd klokkan 19:45. Dyrnar lata upp klokkan 18:00. Frá klokkan 16:00 skipa fjepparafeløgini 12. maður og Skansin fyri ymiskum tiltøkum uttanfyri Tórsvøll.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald