Tíðindaskriv:
Jørgen Niclasen, limur í ??tnorðurráðnum, luttók á Arctic Circle ráðstevnuni í Reykjavík, og har umrøddi hann, hvussu veðurlagsbroytingarnar verða settar á dagsskrá.
Forsetin í Fraklandi, Francois Holland, forsetin í Íslandi, ??lafur Ragnar Grímsson, Prins Albert úr Monaco, uttanríkisráðharrin í Kina, Wang Yi, søgdur allir sína hugsan um, hvussu støðan við veðurlagsbroytingunum skal loysast, tá teir hildu sínar røður, tá ráðstevnan Arctic Circle bleiv sett fríggjadagin 16. oktober.
??tnorðurráðið og umleið 2000 aðrir luttakarar úr 50 londum eru í Reykjavík, har framtíðin í Arktis er til viðgerðar um vikuskiftið.
??tnorðurráðið hevur ein aktivan leiklut á ráðstevnuni og millum annað helt Jørgen Niclasen eina røðu á fundinum ???Arktis og alheims veðurlagsdimlomati???. Franski senatorurin André Gattolin skipaði fyri fundinum.
Í røðu síni legði Jørgen Niclasen dent á fíggjarliga partin av spurninginum um veðurlagið. Hann tosaði um íløgurnar í ??tnorði síðan 2005.
- Millum annað íløgurnar í grønari orku, vatnorka í Grønland, vindorka í Føroyum og jarðhita í Íslandi. Hesar broytingar hava ikki einans hjálpt veðurlagnum, men peningur er eisini spardur. Steinøldin helt ikki uppat, tí eingir steinar vóru. Tøknin fer at vinna á dálkan, segði Jørgen Niclasen millum annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald