Politikkur

??tnorðurráðið fingið egið ungdómsráð

...

2016-10-10 09:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tann 14.-16. oktober í ár verður fyrsta ráðstevnan hjá Ungdómsins ??tnorðurráði hildin. Ráðstevnan verður hildin í Reykjavík og luttakarirnir eru úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum, umframt at ung úr Norður Noreg eru við sum eygleiðararir. Hvørt land sendir 4 umboð frá politisku ungmannafeløgunum avstað.

Stigtakarir til ráðið er Norrøna Ungmannafelag Føroya, sum eisini hevur arbeitt við hesum og gjørt verkætlanina til veruleika í samstarvi við ??tnorðurráðið og íslendska systurfelag teirra, Ungmennadeild Norræna Félagsins.

Tankin handan Ungdómsins ??tnorðurráð er at skapa eitt forum, har tey ungu í ??tnorði saman kunnu kjakast um, hvussu ??tnorður kann gerast eitt betri stað fyri ung at búgva. Hetta er, sambært stigtakarunum, ein alneyðugur spurningur at svara, tí fólkafráflytingin av ungum fólki ??? serliga ungum kvinnum ??? er sera stór í ??tnorði.

??tlanin er, at Ungdómsins ??tnorðurráð skal koma við nøkrum tilmælum til, hvussu londini kunnu loysa nakrar av hesum demografisku trupulleikunum, ið viðkoma ungum. Endaliga skjalið verður lagt fram fyri ??tnorðurráðnum og øðrum viðkomandi stovnum, sum kunnu vera við til at gera hugskotini til veruleika.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder