JN

??tnorðurráðið ársfund í Qaqortoq

...

2016-08-20 13:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ársfundurin hjá ??tnorðurráðnum verður hildin í Qaqortoq í Suðurgrønlandi í døgunum 21. ??? 23. august i Qaqortoq í Suðurgrønlandi. Hesaferð er fundurin longdur ein dag ??? tíð er sett av til felagsráðstevnu í samstarvi við Norðurlandaráðið.

Lars-Emil Johansen, formaður í ??tnorðurráðnum, fer at seta ársfundin. Á skránni er orðaskifti um gongdina í Arktis, fiskiskapur, støðan hjá kvinnunum, ferðamannavinna og ferðsla, umhvørvi og veðurlag.

Síðsta fundardagin viðtekur ??tnorðurráðið tilráðingar, ið síðani verða lagdar fyri tjóðartingini í Grønlandi, Íslandi og Føroyum.

Undan ársins ráðstevnum eru innkomin tvey uppskot til tilráðingar. Annað er uppskot at seta á stovn ??tnorður eftirskúlar, til tess at tryggja, at ungdómurin fær kunnleika um londini í útnorðuri. Hitt uppskotið er, at haldast skal felags ráðstevna um felags geopolitiska veruleikan, vit eru stødd í ídag.

Á evnisráðstevnuni, ið varð hildin í Grindavík á Íslandi í januar 2016, hevði ??tnorðurráðið eykaaðalfund. Ein áheitan kom burturúr fundinum: ??tnorðurráðið bað stjórnirnar stuðla ráðsins umsøkn at fáa eygleiðarastøðu í Norðurlandaráðnum.

Tilsamans luttaka 30 fólk á ráðstevnuni í Suðurgrønlandi. Umframt limirnar í ??tnorðurráðnum, luttaka umboð fyri Stórtingið, Norðurlandaráðið, Artic Circle, Nora og ??tnorðurgrunnin.

Mentanartiltak

Tá evnisráðstevnan var í Grindavík í fjør, varð mentanarkvøld fyri fyrstu ferð á skránni. Og somikið væleydnað var tiltakið, at tátturin verður tikin uppaftur í Qaqortoq. Tiltakið verður sunnudagin klokkan 19:00 í bygdarhúsinum á staðnum, og qaqortoq-búgvum er frítt at luttaka.

- Ynskiligt er at hitta íbúgvarnar á staðnum, og at læra meira um mentanina hjá hvørjum øðrum, sigur Inga Dóra Markussen, aðalskrivari í ??tnorðurráðnum.

Skráin fyri mentanartiltakið er forkunnug ??? røður, sangur, dansur, og ikki minst: Matur frá øllum limalondum.

Burðardygg menning

Tá vanliga ráðstevnan er liðug 23. august, verður felagsráðstevna í samstarvi við Norðurlandaráðið 24. august. Ráðstevnan ber heitið ???Burðardygg økismenning í Arktis???.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder