Tíðindaskriv frá Tjóðveldi á fólkatingi
Inger Støjberg svarað um arbeiðs- og
uppihaldsloyvi í Føroyum
Í árunum 2014, 2015 og
2016 er talið á umsóknum um uppihaldsloyvi í Føroyum minkað, og umsóknirnar um
familjusameining í Føroyum vorðnar fleiri. Samstundis er talið á havnaðum
umsóknum, serliga um arbeiðsloyvi, minkað niður í næstan einki. Tað hevur Inger
Støjberg, útlendingamálaráðharri, upplýst í svari til Magna Arge.
Seinastu tíðina hevur
nógv orðaskifti verið um útlendingamál í Føroyum. Tí bað fólkatingsmaðurin hjá
Tjóðveldi herfyri útlendingamálaráðharran, Inger Støjberg, koma við
upplýsingum, sum vísa hvussu støðan er á økinum. Magni Arge bað
útlendingamálaráðharran upplýsa, hvussu nógvar umsóknir um uppihalds- og
arbeiðsloyvi í Føroyum komu inn í ávikavist 2014, 2015 og 2016, hvussu nógvar
umsóknir vórðu gingnar á møti og hvussu nógvar vórðu havnaðar.
Nú hevur útlendingamálaráðharrin
svarað spurningunum.
Svarið vísir at í 2014,
2015 og 2016 fingu danskir myndugleikar ávikavist 415, 354 og 362 umsóknir um
uppihaldsloyvi í Føroyum.
Tá
Magni Arge setti spurningin til útlendingaráðharran, varð samstundis biðið um
at fáa tølini útgreinað eftir hvat slag av umsókn, talan var um, og eisini
hvussu nógvar umsóknir vórðu ávikavist gingnar á møti og havnaðar. Talið á innkomnum umsóknum hongur ikki ár fyri ár
saman við hesum tali, tá umsókn kann verða komin inn í 2014 og liðugt viðgjørd
í 2015.
Her
svarar útlendingamálaráðharrin, at meðan talið á góðkendum umsóknum liggur
javnt um 300 umsóknir, so er talið á havnaðum umsóknum fallið nógv, úr 88 niður
í 15 umsóknir.

Hetta hongur beinleiðis
saman við, at meginparturin av havnaðu umsóknunum í 2014 eru umsóknir um
arbeiðsloyvi, og at Vinnumálaráðið tann 11. desember 2014 boðaði frá, at
arbeiðsloysið í Føroyum er farið niður um 3,5 %. Hetta merkir at tað í løtuni
ikki krav, at ES-borgarar skulu verða faklærdir fyri at fáa arbeiðs- og
uppihaldsloysi í Føroyum, men tá arbeiðsloysið í tríggjar fylgjandi mánaðir
hevur verið omanfyri 3,5 %, er tað aftur bert faklærd arbeiðsmegi innan
byggivinnuna, sum kann fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir tí smidligu
góðkenningarskipanini.
Magni Arge bað eisini um
at fáa upplýst, hvussu býtið er millum ymsu skipanirnar, tá arbeiðs- og uppihaldsloyvi
verða givin í Føroyum. Tá arbeiðsloyvi verða givin í Føroyum, verða tey antin
fráboðað eftir anordning nr. 182 af 22. Marts 2001 for ikrafttræden for
Færøerne af udlændingeloven ella eftir serligu skipanini fyri ES-borgarar, sum
søkja arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Svarið frá útlendingamálaráðharranum
vísir millum annað, at í 2016, tá serliga ítróttaravtalan, sum ger tað lættari
hjá ítróttafólki, venjarum, læknum, sirkusartistum og oljuarbeiðarum at koma
inn í landið, kom í gildi, vórðu 13 arbeiðs- og uppihaldsloyvi givin til
ítróttarfólk, meðan 18 arbeiðs- og uppihaldsloyvi vórðu givin til læknar.
Tølini síggjast í Talvu
3, sum eisini stendur í svarinum frá Inger Støjberg til Magna Arge.
Tabel 3. Opholdstilladelser efter de
forskellige ordninger på erhvervsområdet 2014-16
|
Sagsområde/år |
2014 |
2015 |
2016 |
|
Opholdstilladelser og anmeldelser
meddelt efter EU-ordningen |
17 |
137 |
130 |
|
Opholdstilladelser meddelt efter
anordningen: |
|||
|
- efter anordning ikke fordelt
på Sportsaftalen/ej Sportsaftalen* |
190 |
63 |
10 |
|
- efter anordningen (ej
Sportsaftalen**) |
18 |
||
|
- efter anordningen
(Sportsaftalen**) |
13 |
||
|
Medfølgende familie |
17 |
23 |
19 |
|
I alt |
224 |
223 |
190 |
* For ansøgninger indkommet fra og med 4.
februar 2016 blev det muligt at registrere opholdstilladelser meddelt efter
anordningen opdelt på Sportsaftalen/ej Sportsaftalen. 10 tilladelser i sager
med ansøgningsdato før 4. februar 2016 er ikke fordelt efter Sportsaftalen/ej
Sportsaftalen.
** Læger er omfattet af Sportsaftalen, men
registreres ikke under Sportsaftalen i sagsbehandlingssystemet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald