Politikkur

??tlendingamál og integratiónspolitikkur

...

2015-08-24 13:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leingi hevur verið tosað um og lovað, at útlendingamál verða yvirtikin á føroyskt løgræði, men vit bíða enn. Framsókn fer framhaldandi eins og alt undanfarna valskeið at virka fyri, at Føroyar taka fulla ábyrgd av útlendingamálum, og at tey verða fyrisitin eftir føroyskari lóggávu. Vit fáa tá neyðuga vitan og førleikar at føra ein veruligan politikk, sum tekur støði í føroyska samfelagnum. Hetta fer at geva okkum eina betri, skjótari og virðiligari viðgerð av øllum umsóknum frá útlendingum ??? bæði teimum, sum koma til Føroya at loysa tíðaravmarkaðar arbeiðsuppgávur og teimum, sum koma til Føroya at seta búgv í longri tíðarskeið og møguliga vilja søkja um varandi uppihaldsloyvi. Hetta verður gagnligt fyri bæði hin einstaka og samfelagið.

Integratión og trivnaður

Góðar integratiónsskipanir við skipaðari kunning, upplýsing og ymiskum trivnaðartilboðum skulu tryggja, at Føroyar fáa gagn av virkisfúsum útlendingum, eins og teir fáa gagn av at búgva og virka her. Integratiónsgongdin skal fevna um undirvísing, so nýggju borgararnir kunnu læra mál og mentan okkara á ein viðkomandi og natúrligan hátt. Vit fara eisini at virka fyri, at føroyska samfelagið kann fáa nógv størri gagn av teimum útbúgvingum og førleikum, sum hesir borgarar hava nomið sær í einum øðrum landi, og soleiðis fáa nyttu av øllum tí tilfeingi, sum í dag ikki fær fótin fyri seg á ymsum føroyskum fakøkjum. Førleikameting og víðari førleikamenning eru avgeranadi partur av aktiva integratiónspolitikkinum. Tað er avgerandi, at eisini vinnulívið og onnur taka virknan lut í hesum arbeiði ??? hetta arbeiði er ein íløga, sum gagnar øllum pørtum.

Vel ein virðiligan og framfýsnan útlendingapolitikk!

Hanna Jensen

Framsókn

Les fleiri lesarabrøv her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder