Politikkur

??tisiglarar og arbeiðsfólk uttanlands - betri treytir

...

2015-08-17 02:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyingar hava tvær tær seinastu øldirnar, verið kendir um allan heim, sum tiltiknir góðir sjómenn. Hesir menn hava til dagligt stóra ábyrgd, bæði sum skiparar og maskinmeistarar - og nú tey seinnu árini, eisini í øðrum uppgávum.

Tey seinastu árini hava vit eisini sæð, at nógv av okkara dugnaligu handverkarum - og onnur við, hava fingið bjóðað góð størv uttanlands. Ein fantastisk viðurkenning, fyri hesi fólk.

Á hvørjum ári koma hesi fólk heim við nógvum peningi, sum verður brúktur í okkara samfelag, og sum vit øll fáa ágóðan av.

Treytirnar teir sigla undir, og tey á landi arbeiða undir, eru ymiskar.

Skatta- og pensións viðurskiftini fyri fleiri av hesum fólkum, eru ógvuliga fløkt og ofta tung at fáa loyst. Tað vilja vit í Fólkaflokkinum gera nakað við.

Vit vilja tryggja, at tað loysir seg at búgva í Føroyum ??? eisini um tú arbeiðir uttanlands. Greiða skal fáast á øll hesi skatta- og pensiónsviðurskifti.

Eisini skal skatturin tillagast soleiðis, at hann verður kappingarførur við grannalondini.

Vel Fólkaflokkin, tí vit meina tað vit siga!!!

Jógvan Kristin Olsen

Valevni Fólkaflokksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder