Endurljós
??tgávukonsertir við Anniku Hoydal í Tøting, Spaniastovu og í Norðurlandahúsinum.
Komandi viku býðst høvið til serstakar upplivingar, tá Annika Hoydal og tónleikarar fara at framføra nýggju útgávuna Endurljós á útgávukonsert - ???Tak í meg, tak í mín iva, nem við meg, nert ikki við..???. Neyvan finst nakar føroyingur, sum ikki kennir henda tølandi sangin um ta djúpu og mótsetningsríku alduna, niðurlagið duga tey flestu uttanat, ung sum gomul og til veitsluhøvi er hesin sangurin ein av teimum best dámdu, Aldan er fólkaogn. Tekstin skrivaði Gunnar Hoydal, lagið eigur Annika Hoydal og Aldan er ein av sangunum, sum fer at verða framførdur á útgávukonsertini í einari nýggjari frálíkari seigari tulking, sum fevnir ta tvítýddu alduna, myrkrið, sum bjargar og ljósið, sum slær.
Hon er á tremur av takksemi, nýggja tónleikaútgávan hjá Anniku Hoydal sum verður givin út í sambandi við 70 ára føðingardag hennara í november, men sum eisini er hugsað sum ein jubileumsútgáva, nú fimti ár eru liðin síðan Annika Hoydal byrjaði tónleikaligu leið sína. Takksemið streymar gjøgnum nýggju útgávuna, tað verði seg yvir lívið ??? tað dýra undrið, sum okkum var givið, men eisini yvir poesi, tónleik og allar tær mongu upplivingar, sum lívið gav. ??tgávan er fjølbroytt í stíli, summi løg hava okkurt føroyskt vísukent yvir sær, meðan onnur fara dansandi avstað undir heitari sól. Onkrir sangir eru vakrir inniligir og rørandi, meðan aðrir eru burleskt skemtiligir. Sjálvt um fleiri eldri sangir verða nýtulkaðir er talan als ikki um nakað afturlítandi farvæl, tvørturímóti. Annika Hoydal er í betri venjing enn nakrantíð. Hennara sterka og reina rødd ljómar vøkur og sterk, bæði tá hon syngur sínar sangir, sum fyri langari tíð síðani eru vorðin fólkaogn, og tá hon ber fram spildurnýggju løgini, sum hon hevur skrivað til tekstir hjá bróðrinum, Gunnari Hoydal.
Á palli saman við Anniku til hesar tríggjar útgávukonsertirnar eru Jógvan Dahl, Eyðun Mohr Hansen, Per Ingvald Højgaard, Torleik Mortensen, Angelika Nielsen og Kristian Pauli Ellefsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald