Vinna

??tgávukonsert við TJANT

...

2016-06-10 17:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fríggjadagin 10. juni kl. 22:00 verða Summartónar í Reinsarínum við bólkinum Tjant. Hetta er útgávukonsert, tí nú eru 10 ár ligin, síðan Tjant síðst gav nakað út, eru tey aftur klár við útgávuni Røtur og Trø.

Tjant er verkætlan hjá Heðini Ziska Davidsen, ið byrjaði í 2001. Tíðin gongur skjótt, tá man hevur tað stuttligt, plagdi Zacharias Hammer at taka til í barnaløtuni í sjónvarpinum á sinni. Sigast skal, at fyri Heðin Ziska Davidsen kenst tað ikki sum 10 ár. Kanska júst tí hann hevur havt tað stuttligt. Ella, sum tey vaksnu siga, spennandi.
Hann hevur spælt við nógvum ymiskum bólkum og verkætlanum hesi 10 árini. Umframt tær hissini Tjant konsertirnar, so hevur hann verið at sæð á palli, bæði í Føroyum og uttanlanda við Yggdrasil, Marius Ziska, Enekk, Byrta, Sakaris og Dánjal Neystabø fyri at nevna nøkur. Eisini hevur hann spælt við bigbandi og symfoniorkestri og eisini skriva orkestur stykki, ið hava verið framførd á summartónum og veri í Kroatia við einum stykki fyri bigband.
Men nú skuldi tað vera, at Tjant fór at geva út aftur. Fyri trimum árum síðan, spældi Tjant eina konsert á Summartónum, har manningin var, umframt Heðin sjálvan, Mikael Blak á bass/synth, Brandur Jacobsen á trummum og Per Ingvald Højgaard Petersen á el-trummum. Hettar setti veruliga gongd í verkætlanina, tí hettar vísti seg, at vera eitt forum, har ymiskleikin í tónleikinum hjá Heðin fekk tað rúmd honum tørvaði.
??rslitið gjørdist ein útgáva, ið spennur øgiliga víða í útrykki/samleika. Har er eitt lag, ið best kann lýsast sum uml. 9 minuttir av jazz-doom við einum el-kórið í miðjuni. Eisini eru skemti løg, sum ???Eat Fish Fuckheads??? ið lýsir frustratiónirnar hjá einum (havna)manni, ið heldur, at vit áttu at eti meiri fisk sum heild. Eisini eru meiri filmisk løg, ið fara frá einum stillum huglagið yvir til meiri dramatik. Har eru eisini løtulýsingar, ið bert hava útiljóð, fuglar og klaver sum ljóðkeldu.
Eitt sum hendan Tjant útgávan hevur fram um hinar, er, at her eru orð nýtt í trimum av løgunum. Tey sum gesta har, eru: Búi Egason Dam, Greta Svabo Bech og eitt kvinnuligt trýmanna Kata kór (Unn Patursson, Arnfríð Lützen og Greta Svabo Bech)
Tann avbera flotta húsan hevur Heiðrik á Heygum staðið fyri. Ljóði hava Benjamin Petersen og Fred Ruddick staðið fyri, umframt Heðin Zjálvur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder