??tflutningurin fyrra hálvár í ár er vaksin 230 mió. kr. ella 8% samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Tað er útflutt meiri av uppsjóvarfiski í ár. Talan er um tvífalding av virðinum, meðan nøgdin er helvtina størri enn í fjør.
??tflutningurin av botnfiski er eisini vaksin nógv í virði, meðan nøgdirnar eru minkaðar nakað. Her er tað útflutta virðið av toskinum, sum er vaksið nógv í ár. Nøgdin av toski er áleið tann sama.
Fyri fyrstu ferð í langa tíð er útflutninguri av alifiski ikki vaksin. Trý túsund færri tons eru útflutt, og svarar tað til góðar 100 mio. Tað er ein minking á uml. 10%.
Hóast hesa minking er alifiskurin framvegis ein sera stórur partur av útflutninginum, og hesar fyrstu 6 mánaðirnar er laksur 43% av samlaða útflutninginum av fiskavørum. Fyrra hálvár í fjør var laksurin 50%.
Dagførdu hagtølini fyri útflutninginum eru í hagtalsgrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald