Vinna

??tbygging við Krambatanga kann byrja

...

2016-01-13 21:35 Author image
placeholder

 Landsverk skrivar:

HAVNAR??TBYGGING: Í dag undirskrivaði Landsverk sáttmála við byggifelagið J&K Petersen um at leingja pierin á Krambatanga, so atløguviðurskiftini hjá Smyrli kunnu gerast munandi betri.

??tbyggingin fevnir um at leingja atløgusíðuna á pierinum á Krambatanga við umleið 40 metrum, har Smyril leggur at ávísar tíðir á árinum vegna veður. Tá útbyggingin er liðug, fara atløguviðurskiftini væntandi at vera munandi lættari og tryggjari hjá Smyrli, sum tá hevur tveir tryggar møguleikar at leggja at á Krambatanga. Somuleiðis fyri manning og fólk á bryggjuni, sum taka ímóti endunum hjá Smyrli.

Verkætlanin fer at kosta 11 mió. krónur, og J&K Petersen, sum átti lægsta boð, vann uppgávuna at gera arbeiðið. 

Í fyrstu atløgu vóru ætlanir um bert at leingja pierin við seks metrum, og síðani gera restina loypandi, so hvørt játtan var tøk. Hetta varð seinni broytt við at hækka játtanina, tí fíggjarligu fyrimunirnir við at gera alt arbeiðið beinanvegin eru so mikið stórir, at avgerð varð tikin um at seta alla verkætlanina í einum.

Arbeiðið hjá J&K Petersen, ið so smátt er farið í gongd, skal vera liðugt til heystar.


Undir vanligum umstøðum leggur Smyril at eystur og vestur. Við leingini fær skipið tveir tryggar møguleikar at leggja at á Krambatanga.


Í dag undirskrivaðu Landsverk og J&K Petersen undir sáttmála fyri leinging av atløgusíðuni á pierinum á Krambatanga. Frá vinstru Steinolvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, og Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder