HAV.fo: Kanningarnar av uppsjóvarfiski í føroyskum øki, sum Tróndur í Gøtu gjørdi, vístu, at nøgdin av bæði makreli og sild var størri í ár enn í fjør.
Nú eru tølini frá øllum skipunum sett saman, og hesi úrslitini vísa, at makrelurin stendur víða um í Norðureysturatlantshavi, meðan útbreiðslan av sild er meira avmarkað, serliga í altjóða og norskum øki.
Makrelurin stendur heilt frá norðarlaga í Norðsjónum og norður móti Svalbard og vestur í Eysturgrønlendskan sjógv. Nøgdirnar eru tó ikki tær somu í øllum økinum, og er tað serliga í einum øki frá Norðsjónum norður um Føroyar og norður í altjóða sjógv at nógv er til. Eisini á suður- og vesturlandinum í Íslandi er nógvur makrelur, eins og á markinum millum grønlendskan og íslendskan sjógv.
Sildin stendur í einum samanhangandi belti úr landsynningi í útnyrðing. Frá norðast í Norðsjónum, eystan og norðan fyri Føroyar, í ein útnyrðing yvir móti Íslandi og í kalda sjógvin norðan fyri Ísland inn í grønlendskan sjógv. Tó er sera lítið av sild í altjóða og norskum øki.
Nærri lýsing av útbreiðsluni
Hóast nógvur makrelur varð fingin í yvirlitstrolingunum í summar, var lítið og einki av makreli í økinum norður og eystur úr Íslandi. Grundin er tann at sjógvurin har er lutfalsliga kaldur samanborið við Atlantssjógv. Talan er um Eysturíslandsstreymin, ið er ein grein av kalda Eysturgrønlandsstreyminum. Hinvegin trívist sildin væl í hesum kaldara sjónum, har vanliga nógv æti er.
Eisini er vert at leggja til merkis, at eingin makrelur stendur í Íslandsdýpinum. Tað er tað djúpa økið suður úr Íslandi, djúpari enn 1000 m, millum Reykjanesryggin og Føroya-Rockallgrunnin. Vanliga er einki æti í hesum økinum mitt um summarið. Tó so, at kanningin í 2015 vísti at makrelurin stóð langt suður úr Íslandi, men hini árini hevur mynstrið verið sum í ár.
Sera lítið av sild var at síggja í landnyrðingspartinum av Norskahavinum og yvir móti norsku strondini. Hetta kemst einamest av, at eingir góðir árgangir av norðhavssild eru komnir undan síðani 2004, og at tann smáa sildin stendur vanliga nærri Barentshavinum, har hon veksur upp. Tó sæst, at sild var at síggja út fyri Finnmørkini í ár. Hetta er 2013-árgangurin av norðhavssild, sum tykist verða komin fyri seg. Hesin árgangurin sást sum 0-gruppa á yngulkanningunum í 2013, so spennandi verður at vita, um hann fer at økja um gýtingarstovnin aftur komandi árini.
??tbreiðsla og nøgd av sild kunnu broytast nakað í mun til úrslitini frá yvirlitstrolingini, tá ekkókanningarnar frá øllum skipunum eisini verða tiknar við í metingina seinni í ár.
Jan Arge Jacobsen
15. august 2016
Veiða av makreli í juli 2016. Støddin á sirklinum vísir nøgd í kg pr. hálvan tíma hál.
Veiða av sild í juli 2016. Støddin á sirklinum vísir nøgd í kg pr. hálvan tíma hál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald