Ítróttur

??rval útlutað pening fyri 2015

...

2015-01-09 21:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

ÍSF: ??rval, sum er serlig skipan undir ÍSF, og sum hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til føroysk l úrvalsítróttafólk, hevur nú útlutað peningin fyri 2015.

Inn komu 8 umsóknir, og nevndin í ??rvali hevur bólkað hesar umsóknir í tríggjar bólkar, grundað á tann bygnað, sum ??rval arbeiðir eftir:

urval_skipan

Grundað á hesa skipan hevur ??rval játtað fíggjarligan stuðul soleiðis:

1. bólkur:Pál Joensensvimjingkr. 405.000,-
2. bólkur:Gudmundur Joensentriathlonkr. 220.000,-
Valborg Heinesenfræls ítróttkr. 91.000,-
Ragnvaldur Joensensvimjingkr. 49.500,-
3. bólkur:??li Mortensensvimjingkr. 26.000,-
Krista Mørkøresvimjingkr. 68.000,-
Tórur Mortensenfræls ítróttkr. 20.000,-
Hanus Bergssonfræls ítróttkr. 20.000,-

Tilsamans hevur ??rval útlutað kr. 967.500,- fyri 2015.

Næsta útlutingarumfar verður síðst í 2015 fyri árið 2016. Hetta tó treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2016. Allar umsóknir skulu vera umvegis avvarandi Sersamband, sum stendur við ábyrgdini fyri íðkaranum yvirfyri ??rvali, og sum hevur skyldu at geva frágreiðing um fíggjarlig og ítróttarlig viðurskifti hvønn ársfjórðing og borin saman við sett mál fyri tíðarskeiðið og fyri kravda 4 ára langtíðarætlanina fyri íðkaran.

Fyri nevndina í ??rvali

Magnus Tausen, formaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder