Nógv er gjørt hetta valskeiðið. Her eru nøkur úrslit úr rúgvuni.
· Nýggjur miðnámsskúli verður bygdur í Marknagili fyri 515 mió. krónur.
· Talið á næmingum, sum eru tiknir inn á miðnámsskúlar og til hægri útbúgvingar er økt við næstan 500 næmingum síðani 2008. Ongantíð verið so nógvir næmingar sum nú. .
· Vit hava út- og umbygt landssjúkrahúsið fyri 400 mió. krónur.
· Tveir undirsjóvartunlar samtyktir fyri tilsamans umleið 2,1 mia.kr.
· Tunnil til Viðareiðis er skotin ígjøgnum.
· Miðnámsskúlatilboð verða nú givin til næmingar við serligum avbjóðingum.
· Barnafrádrátturin hækkaður
· Hækka barnaískoyti til stakar uppihaldarar
· Broytt fíggjarligt frípláss
· Lestrarstuðulin til lesandi, sum eiga børn, er hækkaður
· Mótroknað verður ikki í lestrarstuðli fyrr enn inntøkan fer uppum 20.000 kr. Loysir seg at arbeiða.
· Tekniski Skúli í Klaksvík verður útbygdur fyri 36 mió. kr.
· Miðnámsskúlin á Kambsdali verður útbygdur fyri 32 mió. kr.
· Granskarasetur er tikið í nýtslu.
· Flogvøllurin er longdur og nýggjur terminalur er tikin í nýtslu.
· Allar talgildar orðabøkur á netinum eru nú ókeypis at brúka.
· Vit hava fingið dag- og umlættingarstovn í Eysturoynni til børn og ung við fjølbreki.
· Vit hava eisini fingið vardar bústaðir í Eysturoy og í Klaksvík til fólk við serligum tørvi.
· ??kisdepil í Sandoynni til fólk við avbjóðingum í gerð.
· 16 íbúðir til fólk við sálarsjúku eru bygdar í Havn.
· Vit hava fingið Fountain House (sum er tilboð til fólk við sálarsjúku)
· Vit hava fingið Barnahús til børn, ið eru útsett fyri harðskapi, t.d. kynsligum harðskapi.
· Barnaumboð er sett á stovn.
· Barnabati hevur fingið økta játtan til "Tú og eg ráðgevingina"
· Sorgarbólkurin Berin hevur fingið økta játtan, soleiðis at børn, ið hava mist teirra foreldur ella onnur avvarandi kunnu fáa stuðul og linna.
· KRIS fingið hægri játtan
· Vit hava fingið nýggja eldralóg
· Endurvenjing er sett á stovn í Eysturoynni
· Tvífalda játtan til marknaðarføring av ferðavinnuna
· Granskingarlund er sett á stovn
· Barsilsskipanin er munandi betrað.
· Fingið lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
· Og nógv, nógv annað kundi verið nevnt.
· Hóast alt hetta, hava vit fingið stóra hallið á fíggjarlógini burtur.
· Flatskatturin gerð at tað loysir seg at arbeiða og vit hava fingið vøkstur.
· Rudda er upp í skattajunglini hjá fólki, sum arbeiðir uttanfyri Føroyar.
· Vit hava fingið atgongd til munandi størri nøgdir av sild og makreli, og tað hevur skapt sera nógv arbeiðspláss og risa-inntøkur til føroyska samfelagið.
· Arbeiðsloysið er mestsum burtur.
· Vit eru farin frá fólkafráflyting til fólkavøkstur
Jørgen Niclasen
???Valevni og formaður Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald