Ítróttur

??rslitini í Effo-deildini

...

2015-03-02 05:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 4 dystir vóru leiktir í Effo-deildini í dag, tann 5. dysturin var avlýstur, tí so nógvur kavi var á vøllinum við Margáir.

1
01-03-2015
HB
AB
2-2
1
01-03-2015
NSÍ
FC Suðuroy
6-1
1
01-03-2015
Víkingur
ÍF
2-2
1
01-03-2015
TB
1-1
1
03-03-2015 kl. 16:15
EB/Streymur
B36

Víkingur - IF 2-2: Tað var ÍF, sum byrjaði betri og tók leiðsluna í dystinum, fyrst 1-0 síðan 2-0, men Víkingur fótaði sær aftur og kom uppá javnleik 2-2, Víkingur kundi eisini farið við øllum stigunum, um teir tóku av tá møguleikin var.

HB - AB 2-2: HB legði seg á odda longu tá ið uml. 10 minuttir vóru leiktir, hálvleiksstøðan gjørdist eisini 1-0. Í seinna hálvleiki javnaði AB skjótt, áðrenn HB aftur legði seg á odda, AB fekk seinna málið tá ið uml. 10 minuttir vóru eftir. HB-arnir vóri ikki nøgdir við javnleik ímóti AB.

NSÍ - FC Suðuroy: NSÍ lat ongan iva vera um, at teir ætlaðu sær at vinna dystin móti FC-Suðroy, teir vunnu eisini stórsigur 6-1. NSÍ er við stórsigrinum í dag fremst í Effodeildini.

TB - KÍ: Dysturin millum TB og KÍ endaði við javnleiki 1-1, TB fekk tveir mans útvístar og spældu teir seinastu 15 minuttirnar við tveimum monnum minni, men kláraðu hóast tað at halda javnleikin.

EB/Streymur - B36: Dysturin verður leiktur týsdagin kl. 16.15.

Sí myndir HER frá dystinum NSÍ - FC-Suðuroy

Støðan:

Effodeildin 2015

Nr.
Lið
DVJTMálS
1
NSÍ
1
1
0
0
6-1
3
2
Víkingur
1
0
1
0
2-2
1
3
ÍF
1
0
1
0
2-2
1
4
HB
1
0
1
0
2-2
1
5
AB
1
0
1
0
2-2
1
6
TB
1
0
1
0
1-1
1
7
1
0
1
0
1-1
1
8
EB/Streymur
0
0
0
0
0-0
0
9
B36
0
0
0
0
0-0
0
10
FC Suðuroy
1
0
0
1
1-6
0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder