Politikkur

??rslitið væl betri enn fíggjarlógin

...

2015-07-01 16:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsroknskapurin fyri 2014 er liðugur, og Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur latið Løgtinginum landsroknskapin fyri 2014 áðrenn 1. juli, sambært § 45 í stýrisskipanarlógini.

??rslitið í 2014, áðrenn framflytingar av løgum, var eitt hall upp á 89 mió.kr., og er tað 175 mió.kr. betri enn samtykta fíggjarlógin fyri 2014.
Betraða úrslitið kemst serliga av, at rakstrarútreiðslurnar eru hildnar á sama stigi sum fíggjarlógin, samstundis sum inntøkurnar hava verið hægri.
Í 2014 var løgukarmurin á fíggjarlógini 282 mió.kr., og harumframt var heimilað at brúka 184 mió.kr. av ónýttum løgujáttanum frá gomlum árum. Í 2014 vóru 360 mió.kr. brúktar til løgur, og er saldan nú 107 mió.kr. á ónýttum løgujáttanum frá gomlum árum, sum eru framfluttar til 2015.
Sostatt er samlaða úrslitið landskassans fyri 2014 eitt hall upp á 254 mió.kr., sum eru 86 mió.kr. betri enn fíggjarlógin 2014 við framfluttum løgujáttanum.
Sambært lógarbroyting í ár skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum frá 2016 lata Løgtinginum roknskapin áðrenn 1. juni soleiðis, at Løgtingið kann viðgera roknskapin fyri 2015, áðrenn fíggjarlógin fyri 2017 verður samtykt.

???Eg eri væl nøgdur við úrslitið. Gongdin higartil í ár bendur á, at vit eisini fáa betri úrslit í 2015. Við hesari gongd er tað sannlíkt, at vit kunnu fáa avlop í 2016??? sigur Jørgen Niclasen fíggjarmálaráðharri.
Landsroknskapurin kann heintast her:Gjaldstovan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder