Vinna

??rslitið hjá vinnuni nærum tvífaldaðist í 2013

...

2015-03-23 22:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Endaliga uppgerðin av vinnuroknskaparhagtølum um hvussu tað gekk í vinnuni í 2013, vísir, at úrslitið var nærum tvífalt so gott sum í 2012 og nógv tað besta, síðan Hagstovan fór undir hesa uppgerð í 1999. Av batnaða úrslitinum upp á 743 miljónir í 2013 átti fiskaaling tær 458.

Viðmerking.: ??rslit uttan kapitalpartar er, tá yvirskot (ella undirskot), sum móðurfeløg hava av dóttirfeløgum o.l., ikki er við. ??rslitið við kapitalpørtum er at síggja í hagtalsgrunninum.

At føroysku vinnurnar sveiggja nógv, sæst av myndini niðanfyri, har vinnan er býtt í teir tríggjar høvuðsbólkarnar:  Tilfeingisvinnur, vøruframleiðsluvinnur og tænastuvinnur.
 

??rslitið uttan kapitalpartar var 1566 miljónir í 2013, samanborið við 824 miljónir í 2012. Framgongdin stavar serliga frá fiskaaling. Av batnaða úrslitinum upp á 743 miljónir, átti fiskaaling tær 458 miljónirnar. Men eisini í bólkinum flutningur og samskifti var stór framgongd, og er tað sjóflutningur, sum stendur fyri meginpartinum av hesari framgongd.

Sum talvan niðanfyri vísir, so trífaldaðist úrslitið í tilfeingisvinnunum í 2013 eftir stóra afturgongd í 2012. Samlaða úrslitið í tænastuvinnunum vaks eisini munandi í 2013, meðan samlaða úrslitið í vøruframleiðsluvinnunum var óbroytt.

Burtursæð frá feskfiskaveiði, sum hevur havt hall síðani 2007, so høvdu hinar tilfeingisvinnurnar yvirskot í 2013. Hallið í feskfiskaveiðuni var á sama støði sum í 2012, slakar 70 miljónir. Onnur fiskiveiði er býtt í verksmiðjuskip/rækjuskip, uppisjóvarskip og annað virksemi í samband við fiskivinnu. Batnaða úrslitið í hesum bólkinum stavar frá uppisjóvarskipum. ??rslitið hjá fiskaalingini, t.e. virksemið í sjónum, meira enn fýrafaldaðist í 2013, eftir afturgongd bæði í 2012 og 2011.

??rslitið hjá vøruframleiðsluvinnunum broyttist lítið í 2013 í mun til 2012. Byggivinnan og fiskavirking, t.e. flaka- og saltfiskavirki, høvdu eitt betri ár í 2013 eftir afturgongd í 2012. Hinvegin var úrslitið hjá aðrari fiskavirking verri, t.e. m.a. uppisjóvarvirki. ??rslitið hjá ídnaði annars batnaði nakað í 2013.

Síðani 2008, tá samlaða tænastuvinnan hevði undirskot, hevur tað gingið støðugt framá, og í 2013 batnaði úrslitið munandi. Tað er serliga sjóflutningur, sum stendur fyri hesari framgongd. Men eisini fiskasøla í bólkinum handil og umvæling hevði góða framgongd í 2013.

Víst verður annars til hagtalsgrunnin, har vinnan er býtt í tilsamans 41 vinnugreinar.
Umframt samlaða raksturin og javnan fyri hvørja vinnugrein, síggjast eisini nøkur lyklatøl.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder