??rslitið hjá Varðanum fyri 2015 var 185 milliónir krónur eftir skatt.
Rakstrarúrslitið av primerum rakstri fyri 2015 var 316 milliónir krónur í mun til 255 milliónir krónur fyri 2014. Hetta er besta úrslitið hjá Varðanum higartil. ??rslitið eftir skatt var 185 milliónir krónur fyri 2015 samanborið við 145 milliónir krónur í 2014.
Varðin hevur goldið knapt 100 milliónir krónir í skattum og avgjøldum um árið seinastu trý árini. Í 2015 var talið 108,5 milliónir krónur. Starvsfólka- og hýrukostnaðirnir vóru í 2015 230,5 milliónir. Løntakararnir hava goldið á leið 50% í skatti, sum gevur 115,25 milliónir, og samanlagt gevur hetta 223,75 milliónir í skattum. Taka vit partin, sum Varðin eigur í Faroe Origin í Runavík (sum er 50%), so hækka hesin tølini til ávíkavist 266 milliónir krónur í lønum og samanlagt í skattum 242 milliónir krónur. Harafturat kemur nógv avleitt virksemi runt um landið. Varðin hevur íalt 400 fólk í starvi.
Heimsmarknaðurin av uppisjóvarfiski hevur verið góður í 2015. Prísirnir kvinkaðu eitt vet á makreli, lodnu og svartkjafti og prísurin á sildini var methøgur. Søludeildin hjá Varðanum Pelagic ger støðugt eitt stórt arbeiði fyri at marknaðarføra fiskin hjá Varðanum sum eina dygdarvøru, har fiskurin er fiskaður við nýmótans skipum, royndum fólki og nýggjastu framleiðslutøkni, og ikki minst at fiskurin er úr heimsins reinastu høvum - og soleiðis at vinna bestu kundar marknaðir marknaðir.
Tá Varðin varð stovnað fyri góðum 30 árum síðani var svartkjafturin høvuðsfiskaslagið, men í 2011 kolapsaði svartkjaftastovnurin, men til alla lukku er svartkjaftastovnurin komin fyri seg, og í 2015 var svartkjafturin aftur ein av høvuðsfiskasløgunum hjá Varðanum.
Varðin hevur síðan 2011 havt í síni strategi at framleiða fiskin til matna, hóast allur makrelur og størsti parturin av sildini og lodnuni altíð er landaður til matna, eisini frammanundan. Men síðan virkið bleiv bygt á Tvøroyri, er fiskurin framleiddur í Føroyum. Men eftir er svartkjafturin, sum higartil fyri tað mesta er farin til mjøl og lýsi framleiðslu. Varðin ætlar at arbeiða fram ímóti at broyta hetta.
Royndir vóru gjørdar at framleiða svartkjaft til matna í 2015, og eydnaðust tær væl. 12.000 tons vóru framleidd til matna og 2410 tons til minkafóður. Beint fyri jól kunngjørdi VarðinPelagic, at felagið fór at gera eina íløgu á umleið 70 milliónir krónur í eitt nýtt svartkjaftavirki, sum skal framleiða surimi. Virkið verður væntandi klárt at taka ímóti fiski í endanum av hesum árinum, og væntandi fara eini 50 fólk at starvast har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald