Vinna

??rslitið hjá Bakkafrost fyri 2015 var 810 milliónir krónur eftir skatt

...

2016-02-24 22:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri 2015 var 1.001 milliónir krónur í mun til 834 milliónir krónur fyri 2014. Árið 2015 gjørdist tí metgott. Virksemið á landi og sjógvi hilnaðist væl, samstundis sum laksamarknaðurin var góður í 2015. ??rslitið eftir skatt var 810 milliónir krónur fyri 2015 samanborið við 647 milliónir krónur fyri 2014.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- 2015 gjørdist eitt hendingaríkt ár hjá Bakkafrost. Í summar fekk felagið skipið ???Hans á Bakka???, sum vit meta er eitt stórt frambrot innan aling í Føroyum. Sera stórt virksemi er ígongd at byggja nýggjar framkomnar framleiðslueindir sum framyvir koma at vera við at flyta føroyska alivinnu enn longur rætta vegin. Alideildin hevði eitt framúr gott úrslit vegna góða lívfrøðiliga gongd og góðan marknað. Saman við góðum úrslitinum á liðugvøruvirkjunum og góðu gongdini á Havsbrún, legði hetta grundarlag undir einum met rakstrarúrsliti á eina milliard krónur fyri 2015.

Bakkafrost gjørdi íløgur fyri góðar 600 milliónir krónur í 2015. Tann størsta íløgan var í kryvji- og góðskingarvirkið á Bakka, sum verður liðugt í ár. Á virkinum verður laksurin kruvdur og meirvirkaður. Væntandi verða eini 300 starvsfólk knýtt at hesum virki. Ein onnur stór íløga í 2015 var smoltstøðin á Viðareiði.

Á ársaðalfundinum hjá Bakkafrost, sum verður 8. apríl, fer nevndin at skjóta upp, at 8,25 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 403 milliónir krónur. Av hesum væntast kapitalvinningsskattur, sum verður goldin í føroyska landskassan, at verða umleið 110-120 milliónir krónur. Tilsamans eru yvir 4.300 partaeigarar í Bakkafrost úr 22 londum. Størsti parturin av hesum, nevniliga góð 26 prosent, er úr Føroyum, 22 prosent úr Bretlandi og sløk 19 prosent úr Noregi.

Fyri fjórða ársfjórðing 2015 var rakstrarúrslitið 257 milliónir krónur samanborið við 227 milliónir krónur fjórða ársfjóring 2014. Tøkan av laksi í fjórða ársfjórðingi 2015 var 13.675 tons, og fyri alt árið tók felagið 50.565 tons.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 391 milliónir krónur við ársenda 2015 í mun til 233 milliónir krónur við ársenda 2014. Bakkafrost endurfíggjaði bankalánini í desember 2015, tá ið nýggj fimm ára lánsavtala varð gjørd. Bakkafrost hevði 890 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við ársenda 2015, og solvensurin hjá Bakkafrost var 66 prosent.

??tlit

Marknaðurin

Eftirspurningurin eftir laksi er framvegis vaksandi. Ymiskt er, hvussu marknaðirnir eru ávirkaðir av gjaldoyragongdini í árinum. Marknaðarjavnvágin væntast at vera teprari í 2016 í mun til 2015. ??tboðið av ald­um laksi lækkar væntandi áleið 3% í 2016 í mun til árið frammanundan. Orsøkin til avmarkaða vøksturin er, at nógvir laksaframleiðarar eru um at røkka fulla gagnnýtslu av verandi fram­leiðsluorku.

Aling

Bakkafrost væntar at taka 48.000 tons av laksi í 2016. ??tsetingin av smolti hjá Bakkafrost í 2016 verður væntandi um 10,4 milliónir smolt. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Lívfrøðiliga støðan er sum heild góð í Føroyum. Bakkafrost arbeiðir áhaldandi við at tryggja eina burðardygga alivinnu.

Liðugvørur

Málið hjá Bakkafrost er, at umleið 40-50 prosent av aliframleiðsluni verða seld sum liðugvøra til fastar prísir. Søluavtalur fyri liðugvøru verða gjørdar fyri eitt tíðarskeið millum seks til tólv mánaðir. Bakkafrost hevur gjørt avtalu um umleið 60 prosent av framleiðsluorkuni hjá liðugvørudeildini fyri 2016.

Mjøl, lýsi og fóður

??tlitini fyri framleiðsluna av mjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Kvotur­nar fyri svartkjaft í Norðuratlantshavi verða væntandi lækkaðar, og tí metir Bakkafrost, at sannlíkt er, at framleiðslan av mjøli og lýsi í 2016 lækkar frá lutfalsliga stórari nøgd í 2015.

Heimamarknaðurin, íroknað fóðurnýtsluna hjá Bakkafrost, er størsti marknaðurin hjá Havsbrún fyri laksafóður. Mett verður, at samlaða sølan av laksafóðri verður 80.000 tons í 2016.

Íløgur

Upprunaliga íløguætlanin hjá Bakkafrost, ið stavaði frá juli 2013, varð dagførd í august 2014. Enda­málið við íløgu­ætlanini er at tryggja framhaldandi besta kappingarføri, lívfrøðiligan vøkstur, økja smidleikan í fram­leiðsluni og minka lívfrøðiliga váðan. Íløguætlanin fyri tíðarskeiðið 2014-2017 er 1.370 milliónir krónur, harav væntast íløgur fyri umleið 570 milliónir krónur í 2016 og 2017.

Fíggjarliga støðan

??tlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møg­uleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar, saman við atgongdini til altjóða fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at gjøgnumføra stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder