Mentan

??rslitið av landsseyðasýningini 2015 verður kunngjørt 20. november

...

2015-11-17 20:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fríggjakvøldið 20.11.2015 kl. 19.00 verður alment tiltak á Búnaðarstovuni, har úrslitið av Landsseyðasýningini 2015 verður almannakunngjørt. Sýnsmenn hava verið um landið og sýnað seyðin, sum varð meldaður til Landsseyðasýningina. Teir hava verið í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Vágunum, Sandoy og Suðuroy. Umframt, at úrslitið verður kunngjørt fríggjakvøldið, kemur Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum at hava eina framløgu um stórverkið, 'Seyðabókin' hjá Robert Joensen. Møguleiki verður at keypa bókina fyri serprís hetta kvøldið.

Skráin fyri kvøldið er hendan:

Byrjað verður kl. 19.00

Tróndur Leivsson bjóðar vælkomin

Felagssangur

Ari Johanneson vísir video av øllum seyðunum á Landsseyðasýningini

Jonhard Mikkelsen greiðir frá um nýggju seyðabókina hjá Robert Joensen

Kaffisteðgur

Ari Johanneson vísir video av teimum 8 seyðunum, ið hava fingið flest stig

??rslitini verða kunngjørd og Høgni Hoydal, landsstýrismaður handar steyp

Endað verður sum vant við at syngja 1. ørindi av tjóðsanginum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder