Fríggjadagin 21. novembur 2014 vóru úrslitini av árligu landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Her vóru virðislønir lætnar til vakrastu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.
Á hvørjum heysti eru seyðasýningar úti um landið, har sýnarar døma seyðin og velja teir vakrastu seyðirnar, sum síðani verða sýnaðir av útvaldum sýnsmonnum frá Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir. Somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum, og aftaná savnast teir á Búnaðarstovuni at avgera, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.
Avgerðin??rslitini blivu almannakunngjørd í kvøld fríggjakvøldið 21. november 2014 á einum tiltaki á Búnaðarstovuni, har eini 110 áhugaði vóru komin saman.
??rslitini vóru hesi:
Veðragjólingar:
1. Virðisløn Jóhan Petur Kjærbo, Høvdarhagi??? Heimaripartur, Sandur
2. Virðisløn Jústines Justinussen, Hegnið, Skáli
3. Virðisløn Júst Rubeksen, Húsahagi, Tórshavn
Veturgamlir veðrar:
1. Virðisløn Jústines Justinussen, Hegnið, Skáli
2. Virðisløn Antines Iversen, Frammihagi, Kvívík
3. Virðisløn Tummas í Niðristovu, yngri, Heygahagi, Innarahelvt
Eldri veðrar:
1. Virðisløn Thorvald Lútsen, Syðradalshagi, Sunnaripartur
2. Virðisløn Tórálvur Danielsen, Hjallahagi, Glyvrar
3. Virðisløn ??li í Hjøllum, Porkeri
Videoupptøkur av seyðinum síggjast undir: Royndarstøðin - Seyðasýningar -Landsseyðasýningin 2014
LandssýnararnirTeir, sum sýnaðu til landsseyðasýningina í ár vóru: Poul Samuelsen, Haldórsvík, Dávur Emil Hansen, Tjørnuvík, Eyðstein Jensen, Tórshavn, Jógvan P. Christiansen, Skáli og Frits Poulsen, Sumba. Ari Jóhannesson úr Kvívík var skrivari og tók myndir og videofilmar, og Hans Martin Andreassen úr Kvívík var samskipari.
Kelda: bst.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald