2017-06-21 20:53
Felagskvotan at fiskað eftir svartkjafti bleiv uppi í gjár, og tað ger at nógv skip skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Á Havsbrún eru teir fyri góðum tíma síðani lidnir at landa Fagraberg, sum hevði 2400 tons av svartkjafti. Tummast T er næstur ið sleppir framat at landa, hann hevur 800 tons av svartkjafti.
Klokkan 8 gjáramorgunun kom Slættaberg til Føroyar, teir løgdu seg í Ánirnar at bíða eftir landingartørni. Slættaberg hevur 1100 tons av svartkjafti, sum eisini skal landast til Havsbrún. Teir sleppa framat á middegi í morgin.
Í løtuni bíða eisini trý onnur skip til tey sleppa at landa. Tey eru Hoyvík, Norðhavið og Høgaberg. Borgarin er farin til Íslands at landa, tí bíðitíðin í Føroyum er so lang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald