Í Runavík er arbeiðið til allar hendur, teir hava í dag tikið ímóti 240 tonsum av upsa frá Rankanum og Heyki, í kvøld koma Bakur og Stelkur á Runavík við 200 tonsum, teir landa í morgin.
Rankin og Heykur komu á Runavík í gjárkvøldið fullir undir lúkurnar, teir hava landað í dag. Rankin og Heykur royndu norðanfyri í 6 dagar.
Rankin og Heykur fara nýggjan túr í kvøld, tá ið teir koma inn aftur skal Heykur á beding í Klaksvík og tá kemur Falkur at loysa Heyk av, Falkur hevur verið til umvælingar hjá Klaksvíkar Sleipistøð í nakrar vikur.
Í kvøld koma Bakur og Stelkur, teir hava 200 tons, sum teir landa í morgin. Bakur og Stelkur byrjaðu túrin eystanfyri, men fluttu vesturum, teir hava fiskað í 5 dagar-
Bakur og Stelkur fara nýggjan túr seinnapartin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald