Ítróttur

Upptakt(Kyndil - VB): Vit kunnu vænta okkum ein tættan dyst

...

2015-01-24 04:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í morgin byrja tær fyrru hálvfinalurnar í Coca-Cola steypakappingini. Tann fyrsti dysturin er millum Kyndil og VB, og byarjar klokkan 17:00 í høllini á Hálsi í Havn.

JN.fo hevur sett seg í samband við Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli, og Unu Jóhannu Nolsøe hjá VB.

Les eisini: Beinleiðis hondbóltur á JN.fo í dag.

Les eisini: Uptakt til dystin millum Kyndil og VÍF.

Vit spurdu tær fyrst hvussu tær høvdu fyrireikað seg til dystin.

Kyndil hevur avprøvað nøkur nýggj systemir.

- Vit hava vant sum vanligt, men vit hava eisini avprøvað nøkur nýggj systemir og justera nøkur ting. Vit hava ikki havt so nógva tíð at fyrireika okkum, tí vit vistu ikki fyrr enn mikukvøldið, hvør endaði nr.1 og nr.2 í hinum bólkinum, men vit hava gjørt tað, ið hevur verið neyðugt, fyri at brynja okkum til dystin, sigur Turið.

VB hevur fyrireika seg á sama hátt, sum tær plaga.

- Vit hava fyrireika okkum á sama hátt, sum vit gera til hvønn dyst. Hugsa fyrst um hvønn tað er vit spæla imoti, hvussu tær spæla, hvat tær eru góðar til og hvussu vit skulu gera í verju og álopi, sigur Una.

Flestu spælarnir eru klárir at leika.

Turið sigur, at allar hjá Kyndli eru klárar til dystin. Una sigur, at tað bert er tann eina ið er skødd, annars vera allir tøkar.

Stórur týdningur at fyrsti dysturin er í Havn.

Vit spurdu tær um tað hevði stóran týdning, at fyrsti dysturin verður leiktur í Havn.

Tað er sera trupult at spæla í Vági, tí hevur tað stóran týdning, at fyrri dysturin verður leiktur í Havn, heldur Turið.

- Tað kann hava stóran týdning, tí fáa vit gott úrslit í Havn, so hava eisini eitt gott útgangsstøði, tá dystin í Vági skal spælast. Tað er eingin loyna, at tað er torført at spæla í Vági, so tískil er tað neyðugt at fara inn við fullari ferð í morgin og kempa fyri at leggja okkum omaná frá fyrsta brúksli, sigur Turið.

Eisini Una nevnur tað, at tað er trupult at leika í Vági, tí er tað kanska ein fyrimunur at leika í Havn fyrst heldur hon.

- ??ll vita jú - at tað er trupult at spæla dyst i Vági, so kanska tað kann vera ein fyrimunur fyri okkum at spæla útidystin fyrst. Annars burdi tað ikki havt so nogv at siga, vit skulu bara spæla okkara spæl, sigur Una.

Vit kunnu rokna við einum sera tøttum dysti í morgin.

Vit spurdu eisini tær báðar, hvat tær væntaðu, at úrslitið av fyrru hálvfinaludystinum fór at verða.

Turið heldur at alt kann henda.

- Tað er sera torført at siga, tí nú hava vit leikt 3 dystir ímóti VB, har vit hava vunnið, tapt og javnað, so alt kann henda í morgin. Men sjálvandi fara vit inn fyri at vinna, og tað skuldi eisini hent, um vit eru nóg stinnar í verjuni og avgjørdar í álopinum, sigur Turið.

Una sigur at dysturin kann koppa til bæði liðini.

Tað er ringt at siga! Fysta dystin spældu vit javnt í Havn, har vit so vunnu seinna dystin heima og taptu so siðsta dyst í Havn. Eg rokni við einum tøttum dysti, har tað kann koppa til bæði liðini, alt eftir hvør rakar dagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder