Ítróttur

Upptakt: Víkingur - 07 Vestur

...

2016-09-17 10:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur: Eftir rættiliga misjavna gongd í 1. deild seinastu umførini, við sera góða avrikinum við Margáir ímillum skuffandi úrslitini móti FC Suðuroy og Giza Hoyvík, hava vit møguleika at reisa okkum og staðfesta uppflytingina í Leirvík leygardagin kl. 16:00.


Vit høvdu mestsum avgjørt uppflytingina tá 21 umfør vóru eftir og manglaðu bert fá stig fyri at flyta upp. Síðan tá eru tað bert blivin 3 stig í 3 umfør, nevniliga í frálíka dystin við Margáir, har vit vunnu heili 4-2. Eitt úrslit, ið saktans kundi verið nógv betur, fyri okkara viðkomandi.

Dystirnir ímóti oddaliðinum í ár, har vit hava fingið helvtina av stigunum, men víst betra spælið, vísa okkum, at vit hava besta fólkið og best leikandi liðið í deildini. Tí eiga vit pláss í EFFO-deildini, men vit skulu hava endaligu stigini, um tað skal gerast veruleiki.

Til dystin leygardagin hava vit eisini nærum allar leikarar tøkar. Søren sat uttanfyri við skaða leygardagin, og somuleiðis Ivan. Ivan var tó eisini við í Fuglafirði í gjárkvøldið, við 2. liðið. Gunleif er eisini aftur, eftir longri skaða. Janus er tó ivasamur og Hanus er uttanfyri enn.

Móti Víkingi hava vit fingið fult higartil í ár, báðar ferðir á heimavølli. 3-0 í fyrra dystinum og 2-1 í seinna dystinum, sum mundi blivið ein gysari, eftir at Søren bleiv útvístur við støðuna 1-1. Holgar avgjørdi tó í 80. minutti.

Víkingur hevur sera nógvar góðar og ungar, spennandi leikarar, men royndu leikararnir hava eisini fingið tíð á 2. liðið, t.d. spældi Hans Jørgen Djurhuus ein góðan part av umrødda 2-1 dystinum. Hvørjum liðið vit møta, er tí ringt at spáa um.

Heimaliðið leygardagin hevur tó tryggja sær víðari spæl í 1. deild, og hava tí ikki so nógv at spæla fyri. Tað sást eisini á úrslitinum móti B71 leygardagin, har teir taptu heili 7-2.

Væntandi verða fitt av 07 Vestur-fjepparum í Leirvík leygardagin, og, vónandi, verður ársveitslan tjóðstarta á heimtúrinum!

Koyrið á 07 Vestur!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder