2015-01-17 04:03
Í morgin vera semifinalurnar í steypakappingini í flogbólti leiktar á Sandi.
Tann fyrra semifinalan er millum TB og Fleyr, JN.fo hevur verið í samband við Gudrid Nolsøe frá TB og Evu Winther Nagata frá Fleyr.Sí eisini: Upptakt til semifinaluna millum Drátt og KÍF.
Fyrst spurdu vit tær um hvat hær hildu um at spæla semifinaluna uttanveltað - í hesum føri á Sandoynni
- Tað dámar mær væl. Har er ein frálík høll, ið eftir mínum tykki skuldi verðið brúkt nógv meira. Tó er spell, at tað skuldi vera júst hetta veðrið, tá vit skulu sigla, men tað er væl ikki verri, enn tað TB eru vanar við. Eisini er keðiligt hjá teimum at skula sigla tvær ferðir, tað kundi helst verðið umgingið, sigur Eva.
- Eg veit ikki hvørjir tankar liggja aftanfyri at skulu spæla á Sandi, haldi at vit hava nokk við at ferðast við Smyril hvørt vikuskifti, so ynskiligt hevði verið, at spælt í høllini á Hálsi / Nabb, men um tað er fyri at promovera flogbóltin, tí B71 er við at uppbyggja flogbólt, havi eg einki ímóti at vera við til hetta, sigur Gudrid.
Liðini eru væl mannaði til semifinaluna í morgin
Eva sigur, at tær verða væl mannaðar, og spælarnir seta sjálvandi alt annað til síðis fyri at spæla semifinaluna. Hjá TB eru allar tøkar, tó hevur onkur av teimum liðið við krími og búkilsku, sigur Gudrid.
Hvat halda Eva og Gudrid, er styrkin á sínum egna liðið?
- Sum øll onnur hava vit eisini profil/ar, men tó skal restin av liðnum ikki gloymast, tí allar hava vit arbeitt hart fram ímóti hesum. Okkara styrki vildi eg tí mett vera at ikki bara hava vit 6 upsettar og dugnaligar leikarar inni á bananum, men líka nógv við eru tær uttanfyri banan, ið eru klárar at koma inn og gera sítt, sigur Eva til styrkina hjá Fleyr.
- Liðið hjá okkum er samansett við erfarnum og yngri leikarum, og hetta er ein sera góð kombinatión, tí tær eldri kunnu altíð taka ábyrd, ímeðan tær ungu fáa frítt at spæla, sigur Gudrid. Og vísur á, at tær hava verið undirpressarar í nøkrum av dystunum og harvið mist nøkur sett, men hvønn dyst hava spælarnir hjá TB tó megað, at arbeitt seg fram til ein siður, og tað haldi eg vísir styrkina á liðnum, heldur Gudird. Tað hava eisini verið dystir, har vit hava fingið skift allan bonkin inn, og her hava ungu leikarinir víst at tær saktans kunnu bíta frá sær, at spæla inni við EIK liga liðinum er við til at stimbra ungu leikarinar. sum hava brúk fyri áhaldandi útvikling, til tær einaferð skulu standa á odda á besta kvinnuliðinum hjá TB.
Hvørja styrki og veikleikar hevur mótstøðuliðið?
- Tær hava mestsum allar spælt á liðið saman í fleiri ár, og eru tí væl samansjóðaðar. Eisini er Gudrid komin aftur at spæla við TB, eftir at hava verið ein stórur profilur á Steypa- og FM vinnarunum í fjør. Eisini hava tær ein fyrimun, við at fáa ein leikara heim úr Danmark at spæla við leygardagin, ið flestu okkara ikki hava leikt ímótur áður. Tær hava ikki nógvar veikleikar, men kanska avhongur spælið onkuntíð ov nógv av, at Gudrid vinnur bóltarnar, sigur Eva um styrki og veikleikar hjá TB.
Einki er avgjørd fyri enn dysturin er spælur!
Eg vænti ein tættan dyst, har tað liðið ið rakar dagin best vinnur. Vit eru upsettar at geva alt vit eiga,
at tað liðið skal vera vit, sigur Eva tá JN.fo spurdi hana hvør fór at vinna dystin.
Allur EIK-liga hópurin hjá TB hevur vant miðvíst og hart fram ímóti hesum dystinum, sum er um vikuskiftið, og ætla vit eisini her at gera okkara besta og geva alt sum vit hava fyri at vinna dystin, soleiðis at TB aftur sleppur í eina steypafinalu, sum TB ikki hevur spælt síðani 2006.
Sjálvur dysturin vænti eg verður ein góður flogbóltsdystur við góðum flogboltsspæli og longum duellum. Fleyr hevur góðar leikarir, og hevur liðið spælt í fremra endanum seinastu árini, so vit vænta okkum ein tættan dyst - har einki kann sigast um úrslitið - fyrrenn dysturin er spældur.
Hvørjum liðið, vilt tú helst møta í finaluni?
Áðrenn kappingin var komin so langt, sum hon er nú, vildi eg nokk sagt TB. Nú er tað upp til Drátt og KÍF, eisini tvey sterk lið, sigur Eva.
Vit hava spælt ímóti øllum liðunum, tí eina entá tríggjar ferðir, vit hugsa ikki so nógv um mótstøðuliðið, men meir um tað, sum vit sum lið skulu gera! Sigur Gudrid at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald