Ítróttur

Upptakt til semifinaluna millum Drátt og KÍF

...

2015-01-17 04:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í morgin vera semifinalurnar í steypakappingini í flogbólti leiktar á Sandi.

Tann seinna semifinalan er millum KÍF og Drátt, JN.fo hevur verið í samband við Hildigunn Poulsen frá Drátti og Guðrun Joensen frá KÍF.

Sí eisini: Upptakt til semifinaluna millum TB og Fleyr.

Tað forðar áskoðarum, at semifinalan verður spæld á Sandi

- Vit halda tað verða rotið, at skula til Sandoynna at spæla, tá hugsa verður um, at Teistin møguliga rullar illa og at tað forðar áskoarum at hyggja at dystinum. Men um vit hugsa um tað sosiala, so er túrurin rættiliga hugnaligurm, sigur Hildigunn.


- Eg haldi tað er púra burturvið! Sum er, eru ikki nógvir áskoðarar til flogbóltsdystir. Sum heild eru bara áskoðarar til dystir hjá tí liðnum sum spælir heima, og nakrir einkultir áskoðarar hjá útiliðnum.
Tað er tosað í fleiri ár, hvussu man kann fáa fleiri áskoðarar til flogbóltin, og við at leggja eina stóra hálvfinalu á eina útoyggj, ger bara tað øvugta. Fólk halda seg aftur, og serliga nú á Sandoynni, tá nógv rumbul hevur verið um Teistan, tí hann avlýsir í heilum.
Eisini er tað øgiliga keðiligt fyri suðuroyingar, sum í øllum førum mugu hava sínar áskoðarar at yvirnátta antin áðrenn ella aftaná, alt eftir nær spælt verður. Hetta veksur ikki beinleiðis um áhugan í at fara.
Tað kann sagtans vera á uttanveltaðum vølli, men so skal tað ikki gerast trupult hjá áskoðarum at ferðast til dystirnar. Tó hevði tað allarbesta verið, at havt tvær (og møguliga eina triðju) hálvfinalur, so hvørt lið hevur sín heimavøll, og tann triði so á uttanveltaðum vølli, t.d. á Eiði, har flogbóltsdystir ofta hava verið leiktir, um liðini vinna hvør sín dyst.
Tó ikki eitt ilt orð um sandingar og høllina á Sandi, ið er ein framúr góð høll at spæla í, tó kundi ljóðið verið betur, tí tað ekkó???ar nakað í høllini, sigur Guðrun tá vit spurdu hana um hvat hon helt um at dysturin skal spælast á Sandi

Liðini eru fullmannaði


Bæði Hildigunn og Guðrun siga at liðini eru fullmannaði.

Verkjuspæli hjá Drátti er framúr


Vit eru sera sterkar í okkara verjuspæli og hava høgt servitrýst, sigur Hildigunn, men hon leggur tó afturat, at álopið hjá Drátti kundi koyrt betri.


Dráttur hevur fleiri lágar leikarar, og tískil eru tær sera skjótar á gólvinum, og fáa nógvar ómøguligar bóltar aftur í spæl, sigur Guðrun um styrkina hjá Drátti. Men bæði liðini hava tann veikleikan, at missa móti eftir nakrar vánaligar bóltar, men hetta eru eisini tvey lið, sum eg meti kempa sera væl, og duga at koma við aftur í settið, hóast ein er aftanfyri, heldur Guðrun.

KÍF hevur gott álop


Eg haldi okkara styrkið mótvegis Dráttur eru okkara høgu leikarar, og tískil sterki blokkur. Vit hava høgar áleyparar, og kunnu okkara tí sláa bóltarnar framvið og upp um teirra blokk, sigur Guðrun um styrkina hjá KÍF.


KÍF hevur góðar servur og er eitt gott samanspælt lið, vit kunnu vænta okkum góða mótstøðu og ein javnan dyst, heldur Hildigunn tá vit spurdu hana um styrkina hjá KÍF.

Bæði liðini ætla sær at vinna


Vit ætla okkum at vinna og vænti at støðan verður 3-2, sigur Hildigunn.


Vit eru virkuliga uppsettar at vinna hendan dystin. Eftir góðar venjingar og gott lag í síðstuni, so meti eg, at vit eisini hava sálarligu yvirvágna í morgin, og vinna ein sera harðan dyst antin 3-1 ella 3-2, sigur Guðrun.


Hvørjum vilt tú helst møta í finaluni?


Hildigunn sigur at tær helst vilja møta TB í finaluni.


- ??giliga ringt at siga, tí tað er uttan iva tvey góð lið sum spæla hina hálvfinaluna. Vit hava spælt 3 dystir móti TB í ár, men bara ein móti Fleyr. Tí eru vit betur ílætnar at spæla móti TB, men vit hava eisini spælt betur móti Fleyr enn teir flestu dystirnar móti TB, so tað talar fyri báðum liðum. TB hevur tó vunnið allar sínar dystir higartil, so statisktiskt sæð hevði verið best at spælt móti Fleyr, men vit eru betur ílætnar at spæla móti TB. Tí dugi eg ikki at svara, men tað verður uttan iva rætta liðið av teimum sum vinnur í morgin, ið vit so vónandi møta í finaluni, sigur Guðrun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder