2016-09-24 09:27
07Vestur: Í dag, leygardagin 24. septembur kl. 16:00, spælir besta lið okkara móti HB, í seinasta heimadystinum fyri í ár.
Vit hava nógv at hevna, eftir 3-2 tapið í Gundadali, og leikarar okkara ynskja sjálvsagt at geva trúføstu fjepparunum eitt flott farvæl eftir langt og eyðnuríkt kappingarár. Seinasta vikuskifti tryggjaðu vit okkum uppflyting, samstundis sum vit endiliga megnaðu at halda nullið, fyri fyrstu ferð í 12 umfør.
Hópurin er nærum um tann sami sum í Leirvík, men minst ein broyting er, við tað at Sølvi er leikbannaður. Møguliga er onkur annar ivasamur, men tað er ikki vist. Hanus er tó aftur, tað vísti hann í 2. deild leygardagin, men hann er nokk ikki klárur til besta liðið enn.
Vit hava vanliga klára okkum væl móti HB í 1. deild. Fyrri dysturin í ár var einki undantak, tá vit vunnu stórt, heili 8-3. Sum sagt, gekk tó nógv verri í Gundadali í juli. Vit taptu óvæntað 3-2, hóast vit vóru á odda bæði 1-0 og 2-1. HB javnaðu tó báðar ferðir, og, tá vit so fóru eftir sigrinum, skoraðu teir í síðsta minutti.
HB hava havt eitt góðkent kappingarár. Teir hava hildið seg vekk úr niðurflytingarstríðnum, og, nú bert tvey umfør eru eftir, liggja teir á 7. plássi, 13 stig omanfyri AB, ið liggur á 9. plássi. HB-liðið er rættiliga ungt. Í stóran mun hava teir 1. deild til leikarar, ið eru júst ov gamlir til unglingadeildina. Tó eru leikarar sum Poul Thomast Dam og Bárður Mittelstein við nokkso nógv. Toppskjúttin er ungi leirvíkingurin Adrian Justinussen, ið hevur skotið heili 13 mál.
Dysturin er, sum sagt, seinasti heimadysturin í ár, og seinasti møguleiki at síggja lið okkara á Dungasandi. Dysturin byrjar kl. 16, og latið okkum møta fjølment at vísa okkara stuðul.
Koyrið á 07 Vestur!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald