Ítróttur

Upptakt til finaluna millum Neistan og Kyndil

...

2015-04-08 15:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld verður fyrra finalan millum Neistan og Kyndil í hvonn-deildini.

Liðini hava leikt fýra landskappingardystir í vetur, og eisini møttust bæði liðini í CocaCola-finaluni. Kyndil hevur vunnið tveir landskappingardystir, og ein er endaður við javnleiki, Neistin vann ein dyst, men tann dystin vann Kyndil so á pappírinum seinni. Tá liðini møttust í CocaCola-finaluni vann Neistin 24-19 á Kyndli, sum eisini hevur verið størsti málmunurin millum liðini í vetur.

Kyndil, sum endaði ovast í Hvonn-deildini fekk 38 stig út av 48 møguligum. Seinast Kyndil tapti ein dyst var tann 8. mars móti VB.

Neistin, sum er hitt finaluliðið, var bert eitt stig aftanfyri Kyndil, tá kappingin endaði. Seinast Neistin tapti ein dyst, var 1. apríl, tá tær spældu seinasta landskappingardystin í Hvonndeildini.

Í gjár kom fram at Pauli Joensen, sum hevur staðið á odda fyri neistakvinnum, ikki kemur at standa á odda fyri teimum til finalurnar, sum allarhelst kemur at hava negativa ávirkan á neistakvinnurnar, at partarnir nú skiljast so stutt undan finalinum.

Sum vit á JN.fo skilja, so eru allar hjá kyndlakvinninum klárar, og hjá Neistanum er tað bert Milica Rankovic, sum er ivasom.

Eg vænti, at tað verður kyndlakvinnur, sum koma at draga longra stráði í einum sera tøttum dysti á Hálsi í kvøld.

Dysturin byrjar klokkan 18:30, tað verða Eyðum Samuelsen og Thomas Juul Thomsen, sum skulu døma dystin.

Jóanis Albert Nielsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder