Í morgin verður sett hol á finalurnar í hondbólti, í kappingini um at vinna Atlantic Airways deildini møtast VÍF og H71.
Liðini hava hitst til fýra landskappingardystir í vetur, VÍF hevur vunnið allar fýra landskappingardystirnar. Fyrsta dystin vunnu teir 25-22, næstan dystin vunnu teir 24-27, tann triðja dystin vunnu teir 25-19, tann fjórði og seinasti dysturin millum liðini bæði var 18. mars í Hoyvík, tá vann VÍF 20-26.
VÍF hevur bert mist 11 stig hetta kappingarárið, men teir hava ikki havt tann besta endaspurtin, tí teir hava mist trý útav seks teimum seinastu stiginum síðani 29. mars, men seinasta dyst vunnu teir við ikki minni enn 23 málum á Team Klaksvík.
H71 hevur mist 13 stig hetta kappingarárið, men teir hava havt eina sera góða gongd eftir jól, teir hava bert mist fýra stig í 2015, og tey eru øll tapt móti VÍF.
Roknast kann við einum sera tøttum dysti í Hoyvík í morgin, øll lið ið fara til Hoyvíkar at spæla, hava tað altíð trupult í lítlu høllini í Hoyvík, sum altíð er meira enn fullsett, tá ið stórir dystir eru.
Vit kunnu vænta okkum ein tættan og harðan dyst, tí bæði liðini fara at leggja nógv fyri at vinna dystin. H71 hevur fyrimun til dystin í morgin, tí teir spæla á heimavølli, og fara væntandi at hava teir flestu áskoðarnar í Hoyvíkshøllini.
H71 hevur fyrr gjørt stóran vørr í teimum stóru dystinum, og vunnið finalurnar móti tí liðnum ið liggur nummar eitt, tá ið landskappingin er komin at enda, sum JN.fo skilur, so hevur H71 allar spælarar tøkar uttan Pætur Thomsen, sum fór av vøllinum móti KÍF við skaða, hann er ivasamur til dystin í morgin.
Eftir at VÍF ikki hevur vunnið FM ella CocaCola finalurnar í fleiri ár, so vann liðið steypakappingina í februar, tað kann verða lykilin til, at teir nú trúgva meira uppá, at tað eigur at bera til. Tað er ivasamt um tveir av týdniklamiklastu spælarnir hjá VÍF verða klárir, Heini Hanusarson - ið er verju skansin á VÍF liðnum, er ivasamur, og tað er spælstýrarin hjá teimum eisini - Julian Olsen, uttan teir báðar kann tað blíva trupult hjá VÍF at vinna dystin.
Um Julian og Heini ikki verða við í morgin, vil eg meta, at VÍF fer at fáa tað sera trupult við at vinna dystin. Verða teir hinvegin við, so vænti eg at VÍF vinnur dystin við 3 málum.
Dómarar verða Uni og Hannis Wardum.
H71 hevur vunnið FM tvær ferðir, tað var í 2009 og 2012. VÍF hevur vunnið FM 21 ferðir og seinast var í 2005.
JN.fo fer at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum, sum byrjar kl. 20.15.
Jóanis Albert Nielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald