Ítróttur

Upptakt til dystin millum Neistan og VÍF

...

2015-01-25 16:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag verða tvær hálvfinalur í CocaCola-kappingini - ein í kvinnudeildini og ein í mansdeildini.  Annar dysturin, er millum kvinnuliðini hjá Neistanum og VÍF, dysturin byrjar klokkan 17:30 í Høllini á Hálsi í Havn. JN.FO fylgir báðum dystunum beinleiðis.

JN.fo hevur sett seg í samband við Báru Hansen úr Neistanum, og Liljan Djurhuus úr VÍF.

Vit spurdu teir fyrst, hvussu teir høvdu fyrireikað seg til dystin.

- Vit hava bert haft eina venjing undan dystinum ímoti V??F, so fyrireikingarnar hava ikki verið eins góðar, sum tær kundu verið. Men vit hava sjálvandi hugt eftir hvar teirra styrkur liggur, og hvat vit kunnu gera fyri at opna teirra verju, sigur Bára.

- Vit hava vant sum vanligt, tó hava vit sjálvandi tikið ymiskar støður ígjøgnum í verju og álopi, sum vit mugu vera fyrireikaðar uppá til dystin, sigur Liljan.

Allir leikarar eru ikki tøkir.

Vit spurdu tær eisini um allir leikarar verða tøkir.

- Sum nú er, eru ikki allar leikarir tøkir vegna skaða, so yvasamt er um tær verða við, sigur Bàra.

- Sum flest nokk vita, so verður Durita C. Jojic ikki tøk restina av kappingini, hon er ein sera stórur missur fyri okkara hóp. Daniella Joensen fekk reytt kort seinasta dyst ímóti Kyndli, og hevur tí leikbann til dystin. Tað er ikki endaliga staðfest, um okkara nýggji leikari, Adina Ghidoarca verður tøk til dystin. Annars eru allar hinar klárar til uppgávuna, sigur Liljan.

Vit spurdu tær, um tað hevði nakað at siga, at fyrri dysturin verður leiktur á Hálsi í Havn.

- Sum so haldi eg tað er fínt, men á heimavølli er tað krav at vit vinna, sigur Bára.

- Tað hevur ikki so nógv at siga. Vit hava tapt ímóti teimum á útivølli tvær ferð og vunnið heima einaferð, so um man hyggur at hagtølunum, so hava vit betur tak á teimum í høllini í Vestmanna. Men í stuttum haldi eg ikki at tað hevur so nógv at siga, tí steypakappingin og landskappingin kann ikki samanlíknast, tí tað er nógv meir spenningur í einari semifinalu enn í einum vanligum landskappingardyst. So í stuttum haldi eg ikki at tað hevur so nógv at siga fyri okkum um vit spæla útidystin fyrst, sigur Liljan.

Bára væntar ein tættan dyst, og Liljan sigur at alt kann henda.

Tað sigi tær báðar, tá vit spyrja hvat úrsliti verður av dystinum.

- Vænti at fyrra hálvfinalan verður sera tøtt, av tí at vit bæði hava vunnið og tapt imoti teimum í ár. Men vit fara at gera alt fyri at vinna, sigur Bára.

- Tað er altíð torført at meta um úrslit í slíkum dysti. Tað er nógv ymiskt ið spælur inn, spurningurin er hvør rakar dagin. Vit vunnu við 8 málum á teimum í Vestmanna, men tær hava eisini vunnið stórt á okkum á Hálsi. So eg haldi, at eg fari at lata hendan spurningin standa ósvaraðan, sigur Liljan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder