Ítróttur

Upptakt til dystin millum Neistan og H71

...

2015-01-25 17:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag verða tvær hálvfinalur í CocaCola-kappingini - ein í kvinnudeildini og ein í mansdeildini. Fyrri dysturin verður millum mansliðini hjá Neistanum og H71, dysturin byrjar klokkan 16:00 í Høllini á Hálsi í Havn. JN.FO fylgir báðum dystunum beinleiðis.

JN.fo hevur sett seg í samband við Sjúrður K. Thomassen úr Neistanum, og Tóraldur Kollsker úr H71.

Vit spurdu teir fyrst, hvussu teir høvdu fyrireikað seg til dystin.

Vit hava einki eyka gjørt burturúr hesum dystinum, sigur Sjúrður.

- Vit fyrireika okkum, sum vit gera til allar vanligar dystir, gera einki eyka burtur úr.

Vit hava hugt eftir hvat Neistin hevur at bjóða uppá, sigur Tóraldur.

- Vit hava fyrireikað okkum líka til hendan dystin, sum til allar aðrar dystir - vit hyggja eftir, hvat vit kunnu optimera við okkara egna spæli, og so gera okkum klárar uppá hvat Neistin hevur at bjóða uppá.

Neistin manglar fleiri leikarar.

- Teitur er skaddur, Carl Herup hevur karantenu, sigur Sjúrður.

- Ja, í okkara hópi hava vit ongar skaðar í løtuni, sigur málverjin hjá H71.

Hevur tað nakað at siga at fyrri dysturin verður leiktur á Hálsi?

- Tað er ikki nakað, sum vit hugsa um, men ein sigur á heimavølli er krav, sigur Sjúrður.

- Tað hevur ikki alstóran týdning, tí okkara áskoðarir møta fjølmentir upp líkamikið hvar vit spæla, men tað er altíð ein gularót, at hava møguleikan at vinna seg í finaluna í Hoyvíksborgini, vónandi frammanfyri einari fultsettari høll, sigur Tóraldur

Kunnu vænta okkum ein tættan dyst.

Tað sigi teir báðir, tá vit spyrja hvat úrslitið verður av dystinum.

- Eg vóni at tað verður ein spennandi dystur, vit fara at so gera alt fyri at vinna, sigur Neista spælarin.

- Tað var ein verri ein, vanti at dysturin kemur at verða sum vanligt, tá vit møta Neistanum: nógvur dramatikkur og spenningur heilt til síðsta bríksl. Eg vanti at vit vinna 23-20, sigur Tóraldur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder