Ítróttur

Upptakt til dystin millum Kyndil og VÍF

...

2015-01-24 05:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í morgin byrja tær fyrru hálvfinalurnar í CocaCola-kappingini. Seinni dysturin, sum verður leiktur í Havn í morgin, er millum mansliðini hjá Kyndil og VÍF, dysturin byrjar klokkan 18:30 í Høllini á Hálsi í Havn.

JN.fo hevur sett seg í samband við Julian Johansen úr Kyndli, og Heina Hanusarson úr VÍF.

Les eisini: 

Beinleiðis hondbóltur á JN.fo í dag.

Upptakt(Kyndil - VB): Vit kunnu vænta okkum ein tættan dyst.

Vit spurdu teir fyrst, hvussu teir høvdu fyrireikað seg til dystin.

Julian sigur at teir skulu splitta sterku verjuna úr Vestmanna.

- Vit hava bara havt tvær venjingar at fyrireika okkum grundað av tætta programminum, men vit hava sjálvandi trena taktiskar venjingar uttan at siga ov nógv. Vit hava sjálvandi eisini verið noyddur til at hugt eftir, hvat teir eru góðir til, og hvussu vit splitta sterku verjuna úr Vestmanna sundur, sigur Julian.

VÍF hevur ikki havt tær bestu fyrireikingarnar, sigur Heini.

- Venjingarnar í desembur og januar hava verið nógv darvaðar av fráveru, tí nógvir mans hava verið burturstaddir í jólafrí og til U21. Og nú vit einans náddu eina venjing, eftir at tað var greitt, at vit møta Kyndli, so sigur tað seg sjálvt, at fyrireikingarnar ikki hava verið góðar, sigur Heini.

Bæði liðini eru fullmannaði.

Julian sigur, at teir hava havt nakrar ivasamar leikarar, men sum hann skilur á lagnum, so eru teir fullmannaðir. Heini sigur, at teir hava allar mans tøkar.

Síðani spurdu vit teir, hvat tað hevði at siga, at fyrra hálvfinaludystin í Havn.

Julian hevði vilja, at fyrri dysturin var spældur í Vestmanna.

- Eg dugi illa at svara uppá tað. Vónandi klára vit at geva okkum eitt gott útgangspunkt, áðrenn avgerðin fellur í Vestmanna mikukvøldið. Um eg slapp at velja - so spældu vit úti fyrst.

Vit ætla okkum at hanga í kyndilsmonnum, sigur Heini.

- ??tlanin er sjálvandi at hanga í kyndilsmonnum so frægt gjørligt á Hálsi í morgin. Skuldi tað eydnast, liva vit framvegis í vónini, við at hava ein dyst eftir í Vestmanna mikukvøldið, sigur Heini.

Vit spurdu teir eisini, hvat úrslitið av fyrra hálvfinaludystinum fór at blíva.

- Tað verður ein tættur dystur. Um nakað lið dregur frá, so verður tað í seinni hálvu av seinna hálvleiki. Dugi illa at siga hvør tað verður, sigur Julian.

- Hvussu kann eg vita tað - svaraði Heini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder