Ítróttur

Upptakt: Skála - 07 Vestur

...

2015-08-18 19:45 Author image
placeholder

07Vestur skrivar:

Í annaðkvøld verður toppuppgerð inni á Skála, har vit skulu vitja eittaran í 1. deild, í harða bardaganum í oddinum. Dysturin verður leiktur kl. 18:00, so tað liggur væl fyri at fingið dystin við.


Dysturin verður uttan iva sera spennandi. Vit taptu í 2. umfari fyrru uppgerðina undir Mýruhjalla 4-2, hóast vit meginpartin av dystinum ikki vóru verra liðið. Á heimavølli fyrst í juni sótu vit tungt á øllum í fyrra hálvleiki, men í 2. hálvleiki fingu vit Emil Mikkelsen útvístan samstundis sum teir fingu brotspark. Dysturin endaði við 1-1 javnleiki, sum helst, samanumtikið, varð rættvíst úrslit.

Eftir summarsteðgin byrjaðu vit væl, við eittmáls-sigri í Klaksvík, men fingu síðan bert tað eina stigið á heimavølli móti niðurflytingarkandidatunum úr B36. Hetta seinna úrslitið kunnu vit sjálvsagt ikki vera nøgd við, og einki er at ivast í, at bæði leikarar, venjarar og viðhaldsfólk vilja rætta uppá hetta í morgin.

Til dystin er hópurin mestsum inntaktur. Eisini Ásmund Hansen, sum sat yvir móti B36 vegna 5 gul, er við aftur. Emil Mikkelsen kom inn móti B36 og er møguliga klárur aftur, umframt Sølva, sum er aftur og spældi við 3. deild leygardagin.

Positiva yvirraskilsi leygardagin var ungi Niels Mouritsen úr Sandavági, sum byrjaði inni á høgra bakki. Hann spældi allan dystin, og gjørdi tað væl.

Skála hava sett beina kós móti uppflytingini, og er ivaleyst favorittur í morgin. Síðan javnleikin móti okkum hava teir vunni 8 (!) dystir í slag, og liggja nú 12 stig frammanfyri okkum.

Síðan summarsteðgin hava teir gjørt onkrar broytingar, tann eyðsýndasta er at málverjin Suni Ernstson er farin av landinum og málverjin hjá EB/Streymi, Jákup Højgaard, er komin í staðin. Skála hava eisini toppskoraran í deildini, Brian Jacobsen, sum hevur skotið 24 mál í 20 dystir.

Dysturin í morgin verður sera spennandi og hetta eru tílíkir dystir, okkum dámar allar best. Tað er sjálvsagt fyri at vera við í eini toppuppgerð, at leikarar, venjarar, nevnd og stuðulsfólk annars arbeiða fyri alt árið.

Og vit gleða okkum - koyrið á 07 Vestur!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder