Ítróttur

Upptakt: NSÍ - 07 Vestur

...

2016-05-13 23:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo: Sum oddalið seta vit nú hol á annan triðing í kappingarárinum. Vit hava eisini skotið næst flest mál og lat næstfæst mál inn, og ongan dyst tapt. Í morgin kl. 15:30 eru so væl koyrandi runavíkingar á skránni, við Løkin í Runavík.

Seinasta leygardag spældu vit ein dyst vit seint gloyma. Í 8-3 sigrinum á HB var stórt undirhald, 11 mál og, til tíðir, rættiliga gott spæl. Vit hava nú skotið 28 mál í 9 dystir, tað er meira enn 3 í miðal. Vit eiga eisini toppskjúttan í deildini, Gunleif Magnusarson, sum hevur skotið 9 mál í 9 dystir.

Til dystin í morgin eru onkrir leikarar ivasamir. Uni hevur drigist við skaða, men verður helst á 2. liðið, ið spælir truplan heimadyst móti oddaliðinum ÍF. Emil er enn ikki klárur, og so møguliga onkur afturat.

Hinvegin sær út sum um, at Søren er um at koma í form. Eftir at venjararnir hava latið hann líðandi fingið meira og meira spælitíð, eftir skaða, byrjaði hann inni móti HB. At vit í honum hava funnið ein góðan leikara er eingin ivið í. Við honum í álopinum skutu vit nemliga 8 mál, harav hann fekk 2 sjálvur.

Móti NSÍ í Runavíka, hava vit tað ofta havt tað torført. Í fjør fingu vit bert javnleik, men í ár fingu vit ein góðan sigur, tá vit vunnu 4-1 við Løkin. Holgar legði okkum á odda við brotsparki áðrenn heimaliðið javnaði, men so skutu Gunleif og Jákup hvør sítt, áðrenn Holgar fekk sítt næsta og okkara síðsta fyri dagin.

NSÍ hava koyrt rættiliga væl seinastu tvey umførini, við 4-2 heima móti KÍ og 3-1 úti móti B71. Lið teirra er rættiliga ungt, flestu leikararnir liggja undir 20 ára aldur. Tó hava teir góða hjálp í Debes Danielsen og øðrum góðum monnum, sum til dømis Magnus Olsen og øðrum.

Sum sagt, hava vit, nú fyrsti triðingur er av, lagt okkum á odda, og hava ikki tapt nakran dyst. Vit hava 23 stig, tvey fleiri enn somu tíð í fjør, og eitt meira enn uppflytararnir í fjør, Skála, høvdu somu tíð.

Í morgin skulu vit so syrgja fyri at halda gongdini, ein truplan útidyst, og meðan skaðar byrja at gera um seg. Tað krevur mót og dugnaskap. Koyrið á 07 Vestur!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder