Ítróttur

Upptakt: MB - 07 Vestur

...

2015-09-26 04:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
07vestur.fo skrivar: Í morgin, leygardagin, kl. 15:00, spæla vit okkara síðsta dyst í 1. deild í ár. Ferðin verður ikki long: til Miðvágs at spæla móti MB. Við javnleiki tryggja vit okkum 3. pláss og harvið bronsumerkinim, eftir at AB, í kvøld, spældi javnleik móti Víkingi.

Lið okkara funnu aftur á sigurskós leygardagin móti B71. Spælið varð sannførandi um allan vøllin, og vit skaptu hópin av møguleikum og skutu heili 4 mál.

Hópurin er inntaktur, og, sum skilst, eru eingir nýggir skaðar. Jovan er tó ikki klárur enn, og spurningurin er, um hann hevur leikt sín seinasta dyst á besta liðið okkara. Kristian Joensen fekk tveir dystir í karantenu, og hevur sostatt leikt seinasta dystin fyri okkum á hesum sinni.

Heilt vist er sjálvsagt, at Silas Eyðsteinsson stendur í mál. Silas hevur tikið seg sera nógv fram í ár, og spurningurin er, um ikki Silas nú hevur tikið málmannspostin fyri komandi árini eisini.

Tað hevur ljóðað, at onkrir av yngru leikarunum fáa møguleikan í morgin. Niels Mouritsen er ein av upplagdu leikarunum, at fáa álit, eftir góða avrikið leygardagin. Hvørjir aðrir, ið sleppa framat, er ilt at siga, men fleiri hava "hótt" við at troðka seg framat, við góðum spælið á 2. liðið.

Heimaliðið í morgin hevur havt eitt sera vánaligt kappingarár. Málið ljóðaðið at verða, at tryggja sær framhaldandi spæl í næstbestu deildini. ??rslitini hava tó verið alt annað enn til hetta, og hópurin er sera tunnur. Seinasta umfar, móti Skála á útivølli, fingu teir eisini tvær karantenur: Eyðfinn Fjallsbak fyri reytt og Símin W. Høgnesen fyri 5. gula kortið.

Dysturin í morgin er sostatt ímillum tvey feløg, ið ikki rukku málinum í ár. Vit rukku ikki uppflyting, og MB ikki framhaldandi pláss í 1. deild. Í morgin kunnu vit tryggja okkum bronsumerkini, men annars hava feløgini ikki annað enn æruna at spæla fyri.

Men júst í morgin, kann tað verða nóg mikið...

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder