2016-04-23 07:23

07Vestur.fo:Sunnudagin møta vit EB/Streymi fyri fyrstu ferð í kappingini um Løgmanssteypið. Í mun til okkum, hevur heimaliðið eisini veruliga sett síni fingramerkir á steypakappingina seinastu árini, og mugu tí metast at vera favorittar hendan dystin.
Umframt hetta, er EB/Streymur eisini niðurflytarar frá í fjør, og hava verið flúgvandi fyrstu umførini í landskappingini, líka burtursæð frá mikukvøldinum, tá teir - heilt óvæntað - bert megnaðu javnleika á Argjum.
Liðið hjá EB/Streymi er sjálvsagt nógv broytt síðan í fjør. Frágongdin hevur verið stór, men tilgongdin hevur verið eins stór. Av teimum tungu dreingjunum, við hópin av EFFO-royndum, eru t.d. Leif Niclasen, sum eisini er toppskjútti við 7 málum, Brian Olsen og Arnar Dam, og so liðskiparin, úr Sandavági, Rógvi E. Nielsen.
Vit hava havt fleiri spennandi upplivilsir í steypakappingini, og soleiðis varð eisini í fjør, tá okkara menn spældu kanska sín besta dyst alt kappingarárið, móti AB á heimavølli. Hóast vit spældu upp móti teimum, og væl so tað, taptu vit dystin 2-1.
Í ár hava úrslitini annars verið betur enn somu tíð í fjør, men skaðar gera seg í løtuni inn á hópin, so torført er at meta um, hvørjir fara at manna liðið. Søren er ikki klárur enn og Emil Mikkelsen, sum bert hevur spælt ein dyst í ár, gongur á høkjum. Mikukvøldið mátti Solomon berast av vøllinum, og fleiri aðrir fingu smávegis snuddir.
Vónandi verða allir klárir, so vit kunnu geva sundalagsmonnum skarpan gang um plássið í fjórðingsfinaluni, sum verður leikt 8. mei.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald