Ítróttur

Upptakt: KÍ - 07 Vestur

...

2016-03-11 12:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo: So er hann endiliga her, ársins fyrsti dystur! Leygardagin fara vit til klaksvíkar, har 1. deild 2016 verður skotin í gongd - einum braki. Og so sjálvsagt eina upptakt á heimasíðuni.


Vit vunnu allar dystirnar móti KÍ í fjør. 5-1 og 4-1 á heimavølli, og útidystin vunnu vit 1-0, har Holgar skoraði einasta málið. Eisini hava vit vunnið í 1. umfarið hesi seinastu tvey árini í 1. deild, báðar á heimavølli. Í fjør gjørdist tað heili 6-1 móti B36 og fyrraárið 2-0 móti NSÍ.

Sum skilst eru allir leikarar tøkir, hóast onkrir smásnuddir og sjúka hava darvað onkrum leikarum. Vit hava fyrr í vikuni staðfest, at harður kampur er um øll plássini, so vit skulu ikki fara at gita um uppstillingina til dystin.

Mótstøðuliðið er 2. lið hjá KÍ, men við nógva og góða fólkinum í hópinum, er 2. lið heilt víst sterkari enn í fjør, tá teir endaðu á 5. plássi. So vit kunnu ikki taka lættliga uppá hesa uppgávuna.

Sørmundur Kalsø fekk reytt kort á besta liðið hjá KÍ, og tað merkir, at ein leikari helst verður tikin av 2. liðið, men tað ger helst ikki stóra munin.

Á venjarasíðuni hava KÍ gjørt eina broyting, Oddur Olsen, ið hevur vant 1. deild hjá KÍ seinastu árini, er farin inn á Toftir, har hann er hjálparvenjari á EFFO-liðinum.

Nú eru so bara eini 26 tímar til dystarbyrjan. Vit síggjast við Djúpumýrar leygardagin kl. 15:00!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder