Ítróttur

Upptakt: EB/Streymur - 07 Vestur

...

2016-08-28 11:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo skrivar: Í dag hevur 07 Vestur aftur torføran útidyst, men kunnu samstundis nýta høvið at reisa seg eftir tapið í Vági og samstundis hevna óuppiborna tapið móti EB/Streymi í Sørvági hálvan juni. Alt er lagt upp til sera spennandi oddauppgerð.


Seinasta uppgerði ímillum feløgini endaði við 1-2 sigri til EB/Streym, sum sluppu úr Sørvági við øllum stigunum, hóast teir vóru verra liðið nærum allar 90 minuttirnar - og tað eiga vit at rætta uppá! Hetta var tó ikki støðan leygardagin í Vági, har vit ikki kláraðu at liva upp til favoritta-heitið, men taptu 3-1, og spældu ein av ringastu dystum okkara í ár.

Til dystin við Margáir sunnudagin eru vit at kalla fullmannaðir. Tó er Hanus enn uttanfyri við skaða, og tað sama við Gunleifi. Vit síggja helst ikki hesar báðar aftur í ár.

Í Vági undirpresteraðu flestu leikarar okkara, so tað er ikki óhugsandi at venjararnir, Hegga Samuelsen og Jens Erik Rasmussen, gera onkrar broytingar. Eisini tí 2. lið, sum hevur liðið illa fyri í kappingini, hevur frívikuskifti.

EB/Streymur, sum tryggjaðu sær uppflytingina seinasta vikuskiftið við sigri á B71, hevur verið okkara størsti kappingarneyti í ár, men eftir tap okkara móti FC Suðuroy, hava vit ikki møguleikan sjálvir at avgera fyrsta plássi.

Sundalagsmenn hava ein sterkan og rutineraðan hóp, við leikarum við drúgvum royndum í oddinum í føroyskum fótbólti, væl blandað við yngri leikarum, sum hava lyft støðið í ár, og tryggja uppflytingina.

Dysturin verður leiktur við Margáir sunnudagin kl. 15:00 - Koyrið á svartir!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder