2016-04-15 10:34
07Vestur.fo: Leygardagin byrjar eitt hart tørn, 5 dystir í 15 dagar, við útidysti á Sandi móti B71. Dysturin byrjar Inni á Dal kl. 15:30.
Vit fingu hampuliga góða úrtøku móti B71 í fjør, men júst Inni á Dal gekk ikki serliga væl. Hóast leikliga yvirvág eyðnaðist ikki at fáa mál, og úrslitið gjørdist málleysur javnleikur. Báðar heimadystirnar vunnu vit tó rættiliga sannførandi.
Hjá B71 hevur tað ikki gingið serliga væl í hond higartil í ár. Tað lukkaðist allíkavæl at fáa ein, kanska óvæntaðan, sigur úti á Argjum, so sjálvsálitið er helst betri nú. Tað ljóðar eisini til at Patrick Toh, ið hevur spælt tveir teir seinastu dystirnar, er ein kærkomin styrkur. Umframt Patrick Toh er ein annar útlendingur á B71-liðinum, sum vit kenna væl betri: Ibrahima Camara. Camara, sum eisini hevur spælt ver vesturi, hevur spælt væl fyri teir gulu, og hann hevur eisini skotið øll 4 málini, sum B71 hava fingið í ár.
Júst Camara passar eisini sum hond í handska til spælistílin hjá Piotr Krakowski, B71 venjaranum. Tað skal ganga skjótt og beinleiðis tá teir vinna bóltin og skjóti áloyparin kann gera tað vandamikið hjá verjuni, um ikki væl veðrur passa uppá.
Hjá okkum hevur gingið rímiliga væl. Spælið hevur til tíðir rigga væl, og úrslitini hava verið góðkend. Serliga í fyrra hálvleiki í Runavík leygardagin var spælið so gott sum nakrantíð seinastu tvey árini, og so verður spennandi, um vit klára at byggja víðari uppá hetta.
Sum skilst eru spurnartekin við nakrar leikarar. Søren Nielsen verður helst ikki klárur, meðan eisini onkrir aðrir eru ivasamir. Men tað verða vit so klókari uppá leygardagin. Eitt er vist, og tað er at hópurin veruliga skal standa sína roynd, nú tætt verður ímillum uppgávurnar komandi tvær vikurnar.
Koyrið á 07 Vestur!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald