2016-04-26 13:40
07Vestur.fo: Stutt er ímillum dystirnar og longu mikukvøldið hava vit møguleikan at síggja 07 Vestur spæla aftur. Hesa ferð verður tað móti Víkingi á heimavølli á Dungasandi kl. 18:30.
Besta lið okkara hava nú vunnið 4 dystir á ræð, síðan javnleikin móti FC Suðuroy fyri góðum mánaða síðan. Tvey mál er latin ígjøgnum og 11 eru skorað. Hesa tíðina hava vit eisini vunnið okkum uppá liðina á EB/Streymi, á 1. plássi.
Sunnudagin valdi venjarin at broyta nakað uppá liðið, so aðrir komu til og onkrir, ið hava spælt nakað nógv seinastu umførini, fingu tiltrongda hvíld. Spurningurin er so, um onkur av hesum varveitir pláss sítt, uppá bekostning av onkrum av hinum. T.d. spældu bæði Hanus og Uni sera væl, inntil báðir máttu út við skaða. Sum tað ljóðar er Hanus í øllum førum klárur aftur.
Og so er tað hvussu uppstillingin skal skrúvast saman, tí Søren sær út til at verða klárur, men Gunleif hevur í øllum førum gjørt tað sera torført hjá venjaranum at flyta hann av fremsta plássinum, nú hann er toppskjútti okkara. Og mitt á miðjuni spældi Jákup Sveinbjørn ein avgerandi leiklut í góða spælinum í fyrra hálvleiki við Margáir, til hann bleiv fluttur á kantin í øðrum hálvleiki.
Gestirnir hava havt tað sera trupult í 1. deild higartil, við 4 tapum í fyrstu 4 umførunum. Tað hevur tó eyðnast teimum at skava 4 stig saman tvey tey seinastu umførini, fyrst við sigri móti KÍ á heimavølli og so við javnleiki á Sandi.
Í fjør vóru Víkingar eitt av liðunum, ið argaðu okkum illa. Vit vunnu tann fyrsta dystin, 2-0 í Leirvík, men taptu so báðar teir seinnu 2-1, fyrst í Leirvík og síðan í Sandavági. Serliga tapið í Leirvík tann 10. juni var ein katastrofa fyri okkum. Vit høvdu alt spæli og komu fram um tá Jovan skoraði í 53. minutti, men so javnaðu teir uppá einasta álopið teir høvdu havt. Í 89. minutti fingu teir so eitt púra óskiljandi brotspark, sum tað bert var dómarin sum sá, og ikki nokk við tí, men Kristian bleiv eisini rikin av vølli. Teir skoraðu uppá brotspark og vit mist málverjan til dystin móti B68 á Toftum og so byrjaði skradli.
Mikukvøldið er so ein nýggjur dystur, og vit fáa møguleikan at gera tað gott aftur móti Víkingi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald