Ítróttur

Upptakt: 07 Vestur - Víkingur

...

2015-08-21 21:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07vestur.fo skrivar: Í morgin verður aftur dystur í 1. deild, har vit skulu royna at vinna 2. plássið aftur. Mótstøðuliðið er Víkingur og okkara leikarar hava sostatt møguleikan at reinsa órættvísa tapið í Leirvík í juni av sær.

Les eisini: Stórur spenningur í 1.deild.


Bert 5 umfør eru eftir at leika í 1. deild. Okkara lið liggur á 3. plássi eftir tapið á Skála mikukvøldið og 1 stig aftanfyri B68. Vit skulu møta B68 á heimavølli um eina viku, men altso Víkingi fyrst.

Eftir sløku úrtøkuna seinastu nógvu umførini, vit hava tikið 14 av teimum seinastu 27 stigunum, skulu vit koma í góðan stima við helst 15 stigum seinastu 5 dystirnar, um 2. plássið skal gerðast okkara.

Vit hava mestsum allar leikarar tøkar til komandi dyst, sum tað ljóðar. Jovan Radinovic-Panic fekk nakrar minuttir á Skála, eftir skaða, og Torstein Mýlingstind verður helst klárur. Niels Mouritsen, sum spældi fyrsta dyst sín móti B36, var ikki við á Skála orsaka óhugnaligu hendingina í Klaksvík leygardagin, tá beiggi hansara kom illa fyri. Um hann verður við í morgin er ivasamt. Ivið er um Emil Mikkelsen, sum hevur ryggtrupulleikar.

Víkingur hava leingi ligið í niðurflytingarvanda, men sera unga lið teirra hevur seinastu 4 umførini samla sær tríggjar sigrar, og soleiðis fingið nakað av frástøðu til B36 á 9. plássi.

Seinast vit spældu móti Víkingi var hin ólukkuliga dagin í Leirvík, har vit vundu úr heimaliðinum nærum allar 90 minuttirnar, men skoraðu bert 1 mál, meðan teir fingu 2, harav tað eina undir sera ivingarsomum viðurskiftum, uppá brotspark, eftir at Kristian Joensen eisini hevði sæð tvey gul í sama minutti.

Eftir hetta avrikið hava vit altso veruliga nakað at rætta upp uppá, og leikarar okkara eru væntandi eisini sera uppsettir uppá júst hetta.

Koyrið á 07 Vestur!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder