07 Vestur:
Leygardagin kl. 15:00 verður endiliga aftur dystur í 1. deild. Dysturin verður á heimavølli á Dungasandi, har vit fáa vitjan av HB. Áðrenn dystin er tað bert málúrtøkan sum skilir okkum frá 1. plássi, meðan HB liggja á 7.
Tætt hevur verið ímillum dystirnar seinastu vikurnar, við 5 dystum uppá 14 dagar. Nú er so næstan ein heil vika ímillum dystirnar, síðan javnleikin við Margáir, og longda hvíldin skal nokk síggjast aftur.
Viðvíkjandi hópinum er helst ikki nøkur broyting væntað. Solomon er ikki klárur enn, meðan Søren so spakuliga byrjar at koma í form. Sunnudagin móti EB/Streymi fekk hann ein hálvan tíma, og dygdunum er ikki til at fara skeivur av. So má vísa seg, hvussu nógva tíð hann fær móti HB.
Venjarin, Hegga Samuelsen, og hjálparvenjarin, Jens Erik Rasmussen, hava roynt eitt sindur ymiskar samansetingar frameftir vøllinum, og so er spurningurin hvussu sett verður saman til hendan dystin. Í verjuni hevur ikki verið eksperimentarað eins nógv, og tað er nokk av góðum grundum: Verja okkara hevur staðið seg sera væl, best í deildini. Bert 5 mál er komin ígjøgnum nú 8 dystir eru leiktir.
HB-liðið, sum kemur á vitjan, hevur havt rættiliga misjøvn úrslit higartil, og liggja, sum skrivað omanfyri, á 7. plássi. Teir taptu 5 teir fyrstu dystirnar í ár, onkran rættiliga stórt, serliga móti Giza/Hoyvík, 5-0, hálvan mars. So fingu teir 7 av 9 stigum næstu trý umførini, men taptu so aftur seinasta leygardag í Leirvík 1-0 uppá brotspark.
Hóast hópurin annars er rættiliga ungur, hava sera royndir leikarar verið at sæð á vøllinum fyri 2. lið hjá HB. Serliga Símum Hansen og Poul Thomas Dam geva liðinum nógva rutinu. Símin hevur eisini skotið 4 mál teir 5 dystirnar hann hevur leikt. Toppskjúttin hjá HB er tó ungi Adrian Justinussen úr Gøtu, sum hevur skotið 5 mál, eisini í 5 dystir.
Tað er ringt at meta um, hvussu sterkum HB-liðið vit møta í morgin, men eingin ivið er um, at HB-liðini altíð eru før fyri at spæla bólt. Umframt hetta hava teir veruliga brúk fyri stigunum, so vit mugu vænta okkum ein torføran dyst.
9. umfar:
9 | 07-05-2016 kl. 15:00 | AB II | Víkingur II | - |
9 | 07-05-2016 | FC Suðuroy | EB/Streymur | - |
9 | 07-05-2016 kl. 15:00 | 07 Vestur | HB II | - |
9 | 07-05-2016 | KÍ II | Giza Hoyvík | - |
9 | 07-05-2016 kl. 15:00 | B71 | NSÍ II |
1. deild menn 2016
Nr. | Lið | D | V | J | T | Mál | S |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | EB/Streymur | 8 | 6 | 2 | 0 | 28-6 | 20 |
2 | 07 Vestur | 8 | 6 | 2 | 0 | 19-5 | 20 |
3 | FC Suðuroy | 8 | 5 | 1 | 2 | 28-13 | 16 |
4 | Giza Hoyvík | 8 | 5 | 0 | 3 | 18-13 | 15 |
5 | NSÍ II | 8 | 4 | 0 | 4 | 17-22 | 12 |
6 | KÍ II | 8 | 3 | 0 | 5 | 15-21 | 9 |
7 | HB II | 8 | 2 | 1 | 5 | 17-22 | 7 |
8 | Víkingur II | 8 | 2 | 1 | 5 | 6-18 | 7 |
9 | B71 | 8 | 1 | 2 | 5 | 9-23 | 5 |
10 | AB II | 8 | 1 | 1 | 6 | 8-22 | 4 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald