2016-04-19 20:56

07Vestur.fo: Spennandi uppgerð verður á Dungasandi mikukvøldið. Gestir verða Giza/Hoyvík, ið leygardagin bastu FC Suðuroy, tá teir vendu 0-2 í hálvleikinum til 3-2. Vit hava eisini møguleikan at halda fram við góðu gongdini eftir sigurin á Sandi.
Við óvæntaða sigrinum móti FC Suðuroy leygardagin hálaðu Giza/Hoyvík seg uppá 4. pláss, og so er spurningurin, um teir hava funnið stevið aftur, eftir tvey tap móti NSÍ og EB/Streymi. Gestirnir mikukvøldið løgdu nemliga harðliga frá landi, við 3-0 og 5-0 sigrum móti ávíkavist Víkingi og HB, men so steðgaði upp.
Stóri maðurin á samanlagda liðinum móti FC Suðuroy, varð senegalesin Ahmed Keita. Í øðrum hálvleiki gjørdi hann lívið súrt hjá FCS-verjuni, tá hann tvær ferðir setti bóltin í netið, umframt at hann legði til rættis fyri einum málið ímillum hesi.
Tað er annars eitt kontant spælandi lið vit møta, við kemparum sum Boga Hermansen mitt á miðjuni. Mál-hóttanin kemur heldur ikki bara frá Keita, men so sanniliga eisini frá Bjarta Kjærbo, sum hevur skotið 4 mál uppá 5 dystir. Og heilt uttan elegansu spæla havnarmenn heldur ikki, tí stendur bóltsnillingurin Mikkjal Hentze fyri.
Besta lið okkara hevur enn til góðar at tapa, nú vit skulu spæla 6. umfar. Á Sandi gjørdist sigurin teprari enn vit kundu ynskt, men, í mun til í fjør, síggja vit nógv stinnari út í verjupartinum, so, hóast sandoyingar høvdu fitt av spælinum í 2. hálvleiki, fingu teir ikki sett Ivan undir trýst, og fingu bert eitt skot uppá mál.
Tað sæst eisini aftur, at Hegga og Jens Erik velja sera fáar broytingar í verjuni, og vit soleiðis eru í ferð við at byggja okkurt positivt upp aftan frá.
Viðvíkjandi hópinum eru fáar broytingar væntaðar. Søren Nielsen er helst ikki klárur enn, meðan allir aðrir eru klárir.
Skulu vit ikki missa sambandið við oddaliðið, mugu vit basa Giza/Hoyvík, og tað bæði eiga og kunnu vit. Men tað krevur sjálvsagt hart arbeiði, eisini uttanfyri vøllin. Koyrið á 07 Vestur!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald