2016-09-09 20:33
07Vestur skrivar:
Leygardagin hava vit aftur møguleikan at avgera stríðið um uppflytingina til EFFO-deildina. Á vitjan er formliðið í 1. deild, Giza Hoyvík, og, hóast vit altíð eru favorittar á heimavølli, kunnu vit vænta okkum harða mótstøðu.
Sum sagt eru Giza Hoyvík formliðið í 1. deild, og hava ikki tapt síðan síðst í juni, og hava tikið 13 av teimum seinastu 18 møguligu stigunum. Í ár hava teir eisini verið harðir mótstøðumenn hjá toppliðunum, við einum sigri á FC Suðuroy og javnleiki móti EB/Streymi, so seint sum í seianst í juli.
Hóast Giza Hoyvík fluttu upp í 1. deild í fjør, hava teir veruliga megna at sett síni fingramerkir í kappingina. Eftir góðu gongdina, serliga seinastu nógvu umførini, hava teir tikið seg uppá 4. pláss, og leggja eisini FC Suðuroy undir trýst í kappingini um 3. pláss.
Teir hava eina blanding av royndum og minni royndum leikarum, men ein skarar framúr, toppskjútti teirra, Ahmed Keita. Keita er leikarin, ið skal temjast, um vit skulu standa við øllum trimum stigunum leygardagin. Keita hevur skotið 20 mál í ár, sama sum okkara Søren, og teir liggja á deildum 2. plássi á toppskjúttalistanum í 1. deild.
Hjá okkum er støðan rættiliga greið. Vit skulu hava 2 stig afturat fyri at tryggja okkum í minsta lagið 2. pláss og uppflyting. 1 stig er tó helst nokk, eftir sum málmunur okkara er rættiliga nógv betri enn hjá FC Suðuroy, sum er einasta liðið, ið kann taka okkum aftur.
Til dystin leygardagin, tá avgerðin kann fella, eru flest allir leikarar tøkir. Gunleif verður tó ikki klárur aftur í ár og Hanus er ikki klárur enn. Sum skilst eru allir annar tøkir.
Spennandi verður, og vit síggjast á Dungasandi kl. 13:00 - Koyrið á Svartir!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald