Ítróttur

Upptakt: 07 Vestur - FC Suðuroy

...

2016-03-17 10:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo: Endiliga upprennur dagurin, har vit sleppa at spæla fyrsta heimadystin í 2016. Dysturin verður leiktur í Sørvági leygardagin kl. 15:00.


Leygardagin í farnu viku skutu vit kappingina í gongd við einum tryggum 2-0 sigri í Klaksvík móti KÍ. Við nýggja áloyparanum, Søren Nielsen, sum fremsta manni, var tað serliga Holgar Durhuus, sum fekk pláss at gera um seg.

Spælið var annars ikki tað stóra at reypa av, og tað sá út sum um nervar og spenningur órógvaðu okkum, og vit fingu ikki spælið at flóta, hóast heimaliðið ikki gjørdi stórvegis fyri at darva okkum.

Hópurin, ið Hegga og Jens Erik ráða yvir, er rættiliga breiður. Kappingin er sera hørð um øll pláss. Sum tað ljóðar, eru allir klárir, hóast summir drógust við smærri skaðar til seinasta dyst.

Tað er tí ikki ómøguligt at hugsa sær at venjarin ger onkrar broytingar í uppstillingini. Uppgávan er eisini heilt øðrvísi ein seinast, so nøkur taktisk atlit eru eisini at taka.

FC Suðuroy

Niðurflytararnir fingu eina flúgvandi byrjan uppá tilveruna í 1. deild seinasta vikuskifti við einum 4-0 heimasigri móti B71. Málini skutu Búi Egilsson, Mamuka Toronjadze, Teitur Mortensen og Heri Kjærbo.

Stór útskifting hevur verið í Vági, og ársins útgáva av besta liðinum hjá FC Suðuroy sær út til at vera ein veruligur avbjóðari til uppflytingina. Tað hava teir eisini víst teir venjingardystirnar, vit hava leikt móti teimum higartil í ár.

Til VFF-kup í Havn spældu vit ein dyst á 30 minuttir, sum endaði 1-1, og so spældu vit eisini tveir venjingardystir á venjingarlegu okkara í Suðuri. Tann fyrri endaði 2-1 til FC Suðuroy, meðan vit vunnu tann seinna við mótsattu sifrum.

FC Suðuroy er helst eisini eitt tað yngsta liðið í 1. deild í ár, møguliga eitt av teimum yngstu, sum nakrantíð hava spælt um uppflyting til EFFO-deildina. Undantikið báðar útlendsku leikararnar Mamuka Toronjadze (29) og Valerian Iobashvili (27), var eingin leikari yvir 20 ár á vøllinum móti B71. Miðalaldurin á teimum 14, ið spældu hendan dagin, var bert 20,36 ár.

??tlendsku "veteranarnir" eru eisini stórsta hóttanin móti okkum leygardagin. Mamuka Toronjadze, miðja, og Valerian Iobashvili, verja, eru ikki bara sera sterkir leikarar á hvør sínum plássi. Teir eru eisini vandamiklir frammanfyri málinum: í EFFO-deildini í 2015 skutu teir ávíkavist 8 og 5 mál.

Nú kappingin júst er farin í gongd, er einki at ivast í, at tað eru stigini, vit skulu samla, líkamikið spæli.

Latið okkum samlast um lið okkara leygardagin. Síggjast á Dungasandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder