Ítróttur

Upptakt: 07 Vestur - B68

...

2015-08-30 03:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07vestur.fo skrivar: Oddabrak verður á Valloyruni í morgin, sunnudagin, kl. 15:00, tá nr. 2 og 3 í 1. deild møtast til ein dyst, ið kann hava avgerandi týðning fyri hvør kann fara avstað við 2. plássi í ár. Áðrenn dystin liggja vit 2 stig eftir toftamenn, og kravið er tískil sigur.

Vit mugu eisini leggja keðiligu gongdina afturum okkum, tí eftir farnu umførunum at meta, eru gestirnir greiðir favorittar. Seinastu 10 dystirnar, hava vit fingið einans 14 stig, altso minni enn helvtina av møguligu 30 stigunum.

Lið okkara er mestsum fullmannað til dystin í morgin. Greitt er, at Sølvi Egilsson ikki verður við, hann fekk 5. gula kortið leygardagin, og hevur sostatt leikbann, og Emil Mikkelsen er darvaður av ryggskaða og er helst ikki við.

Spurningurin er so, hvussu venjarin setir liðið saman til toppdystin. Seinast leikti Torstein Mýlingstind, sum júst er aftur frá skaða, í álopinum. Tað eyðnaðist til tíðir væl, og tað er ikki ósannsýniligt, at hann heldur fram, við Holgar Durhuus á miðvøllinum, helst úti í einu síðuni. Annars verður verjan og miðjan helst hin sama, um ikki Jovan Radinovic-Panic sleppur at byrja inni, nú hann er um at koma í form aftur, eftir longri tíð við skaða.

Favorittarnir av Toftum, eru væl mannaðir. Súni Fríði Barbá, sum hevur fingið lið sítt fram á uppflytingarpláss, hevur nógv og gott fólk at velja í. Millum avgerðandi leikararnar hava teir rutineraða liðskiparan Jóhan Dávur Højgaard. Í offensiva spælinum hava teir André Olsen og toppskjúttan Martin Olsen.

Tað verður ein torførur dystur í morgin, og, skulu vit gera okkum galdandi í oddinum nú bert 4 dystir eru eftir, er sigur eitt krav.

Latið okkum stuðla liðið okkara - síggjast á Valloyruni!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder